Næsta ár kunnu vit fiska munandi meiri av uppsjóvarfiski enn vit gera í ár.
Tað er greitt, nú altjóða havgranskiarráðið, ICES hevur gjørt síni tilmæli fyri fiskiskapin eftir uppsjóvarfiski næsta ár.
30. september 2026
Tilmælið er, at mest loyvda veiða næsta ár, kann verða høgri fyri bæði sild, makrel og svartkjaft.
Tilmælið fyri makrel er, at næsta ár kunnu 352.938 tons fiskast og tað eru heili 102 prosent meiri enn í ár.
Stóra økingin í tilmælinum kemst av at gýtingarstovnurin nú aftur er er nógv betri fyri, og sostatt er ikki longur neyðugt við teimum ógvusligu tiltøkunum, sum vórðu sett í fjør fyri at verja stovnin.
Tilmælið fyri svartkjaft er 1,064 milliónir tons fyri 2027, sum er 25 prosent meiri enn í ár.
Hækkingin kemst av góðari tilgongd frá 2024-árganginum, sum nú er vorðin partur av gýtingarstovninum.
Tilmælið fyri norðhavssild er 588.000 tons fyri næsta, sum er 10 prosent meiri enn í ár.
Talvan niðanfyri vísir ICES tilmælini um mest loyvdu veiðu fyri makrel, svartkjaft og norðhavssild í 2026-2027 og broytingarnar millum hesi bæði árini.
