Ongi úrslit

Kunoyar kommuna ásetti tænastugjald á tóm býli frá 1. juli 2026

Hevur verið í gildið síðani 1.juli

© Kunoyar kommuna
Jóhanna Højgaard
4 tímar síðan

Kunoyar kommuna samtykti einmælt á bygdaráðsfundi tann 21. mai 2025, at áseta tænastugjald á tóm býli, sum skuldi koma í gildi frá 1. juli 2026.

Tænastugjaldið var ásett til 7.945 krónur um árið fyri hvørt býli, svarandi til umleið 663 krónur um mánaðin, og verður endurskoðað á hvørjum ári.

Ásetingin byggir á nýggja lógarheimild, sum gevur kommunum møguleika at krevja gjald fyri býli, har eingin er skrásettur at búgva sambært Landsfólkayvirlitinum, men har kommunan kortini veitir grundleggjandi tænastur.

Talan er serliga um:

* vatnveiting

* frárenning og kloakkskipan

* burturbeining og handfaring av húsarhaldsburturkasti

* brunatilbúgving

Lógin ásetur, at um kommunan brúkar hesa heimild, skal gjaldið fevna um øll tóm býli í kommununi, óansæð um eigarin sjálvur býr í kommununi ella ikki.

Sambært útrokningum hjá kommununi er miðal rakstrarkostnaðurin fyri hesar tænastur mettur til 12.658 krónur um árið fyri hvørt býli, grundað á miðal tøl frá 2020–2024.

Gjaldið varð tí ásett soleiðis, at tað partvís dekkar hesar útreiðslur og liggur á lógarásettum hámarki fyri 2026.

Eitt býli verður í hesum høpi skilmarkað sum hús, íbúð ella líknandi, sum er egnað til bústað og hevur innlagt vatn og kloakk.

Býli fevnir millum annað um:

* vanlig sethús

* tvíhús og raðhús

* íbúðir í blokkum

* íbúðir í vinnubygningum og á neystaloftum

Smærri bygningar sum úthús, bilhús og hjallar eru ikki fevndir. Íbúðir, har eigarin sjálvur býr og sum ikki eru sjálvstøðugt matrikuleraðar, eru eisini undantiknar skipanini.

Í fíggjarætlanini fyri 2026 varð mett, at skipanin kundi geva kommununi inntøkur á umleið 170.000 krónur. Endamálið var at tryggja eina javnari býti av útreiðslunum fyri grundleggjandi tænastur millum allar bústaðir í kommununi.

Tænastugjaldið kom í gildi 1. juli 2026, og kommunan avger, um gjaldið verður kravt inn mánaðarliga, hálvárliga ella árliga.

Eigarar av tómum býlum hava fingið nærri kunning um innkrevjing og gjaldstreytir.

Mest lisið hesa vikuna

Hetta má vera dreymaferian hjá nógvum

3. juli kl. 14:22

Leita eftir kvinnu sum framdi grovan harðskap

3. juli kl. 06:48

Ein óvanliga óheppin dagur hjá Strandferðsluni

1. juli kl. 20:44

Brotsverkini í Føroyum gerast álvarsamari

1. juli kl. 13:27

Lótu tvær grindir fara í gjár - vilja ikki drepa bara fyri at drepa

1. juli kl. 10:03

Slapp frá ógvusligum óhappi við smásnuddum

4. juli kl. 08:30