Ongi úrslit

Kvinnur í Føroyum hava ongantíð átt so fá børn sum nú

Tað, sum bjargar støðuni er, at tað er so nógv fólk, sum flytur til Føroyar

Áki Bertholdsen
11. mai 2023 kl. 10:55

Ongastaðni í Evropa hava kvinnur átt so nógv børn, sum kvinnurnar í Føroyum, og tað hevur altíð verið mett at vera ein stór styrki fyri føroyska samfelagið.

Men tað er við at fáa ein enda, vísir ein uppgerð hjá Hagstovuni.

Hagstovan staðfestir, at síðani fyrst í hesi øldini hevur barnatalið verið eini 2,5 barn í miðal fyri hvørja kvinnu í burðarførum aldri. 

Men hetta er broytt síðstu fýra árini, tí nú er talið munandi lækkað. Í 2019 var føðitíttleikin, 2,3 børn fyri hvørja kvinnu í burðarførum aldri. Men bæði í 2020 og 2021, og í fjør, var føðitíttleikin 2,05 barn fyri hvørja kvinnu í burðarførum aldri.

– Hetta er eitt stórt fall eftir so fáum árum, staðfestir Hagstovan.

Gransking vísir, at fer føðitíttleikin niður um 2,1 barn fyri hvørja kvinnu, er talan um eina samfelagsliga kreppu.

Skal eitt ættarlið av kvinnum í burðarførum kunna seta eitt líka stórt ættarlið av kvinnum eftir seg, skal føðitíttleikin ikki fara niður um tað.

Hendan talvan vísir, hvussu føðitíttleikin hevur verið í Føroyum hesi seinastu árini síðani 1970

Tað merkir, at skal fólkatalið ikki minka, skal hvør kvinna í burðarførum aldri, eina minst 2,1 barn í miðal.

Hetta kemur at, av umleið helvtin av hvørjum árgangi eru gentubørn, tó er talið á gentum nakað lægri enn talið av dreingjum. 

Haraftrat er tað eisini nakrar kvinnur í burðarførum aldri, sum ikki liva øll árini frá 15 til 49 ára aldur. 

– Hetta merkir, at er føðitíttleikin undir 2,1, minka ættarliðini av konufólki í burðarførum aldri og sostatt minkar talið á børnum í uppvaksandi ættarliðum eisini. Og avleiðingin av tí er so, at fólkatalið eisini minkar. 

– Tað einasta, sum kann bøta um hetta, er at fólk flyta til Føroyar, so at tað verða fleiri kvinnur í burðarførum aldri.

Hendan talvan vísir gonhdina síðani 2014. Broytingin er rættiliga stór upp á nøkur fa ár. Færri verða fødd og fleiri doyggja og sostatt er burðaravlopið metlágt

Men Hagstovan sigur, at hóast hesa gongdina, er tað enn kortini ongastaðni í Evropa, har kvinnurnar eiga so nógv børn, sum í Føroyum.

Eitt úrslit av hesum er, at burðaravlopið í Føroyum er nú metlágt. Burðaravlopið er munurin ímillum fødd og deyð. í fjør var burðaravlopið bara 144, har tað hevur verið ímillum  250 og 300 fram til 2020. 

Orsøkin til hetta er, at fá børn verða fødd og nógv fólk doyggja - og talið á fólki sum doyggja, fer framhaldandi at vaksa, tí at talið á eldri fólki fer at verða støðugt vaksandi.

Men Hagstovan staðfestir eisini, at hesi seinastu níggju árini eru nógv fólk flutt til Føroya og tað er høvuðsorsøkin til, at fólkavøksturin hevur verið so stórur.

Mest lisið hesa vikuna

Stjórin í strandferðsluni hevur fingið bót

29. oktober kl. 10:19

Mikkjal hongur í klønum tráði

29. oktober kl. 17:47

Í vanda fyri at missa koyrikortið

30. oktober kl. 08:15

Suðuroyartunnilin – har er eisini ein onnur síða av málinum

28. oktober kl. 22:30

Tórunn fekk ársins ADHD viðurkenningina

31. oktober kl. 12:32

So gekk tað tíverri ikki longur

31. oktober kl. 20:15