Ongi úrslit

Læraralesandi vóru á SSP-degi á Hilton

Læraralesandi á øðrum ári á Námsvísindadeildini luttóku fyrr í mánaðinum á vælskipaðum og læruríkum degi hjá SSP, har tey m.a. lærdu um, hvussu lærarar eiga at handfara trupulleikar, sum kunnu stinga seg upp

setur.fo/Sigri M. Gaïni, undirvísari hjá 2.L á NÁD
16. juni kl. 15:55

SSP stendur fyri Skúli, Sosialir myndugleikar og Politi, og er ein samansjóving av hesum stovnunum fyri at fáa eitt so væl virkandi samstarv sum gjørligt. 

Flestu skúlar í Føroyum hava eitt ella tvey SSP-umboð, sum eru lærarar, ið byggja brúgv millum skúlarnar og SSP, og sum eru við til at skipa fyri fyribyrgjandi arbeiði, kunnandi fundum og øðrum á skúlunum.

Arbeiðið hjá SSP fevnir um at hjálpa skúlanæmingum, ið hava avbjóðingar, sum mangan kunnu vera torgreiddir. Tað kunnu vera sosialir trupulleikar heima, at næmingurin hevur framt lógarbrot ella nýtir rúsevni, ella at næmingurin hevur verið fyri, at persónligar myndir uttan samtykki eru breiddar út á netinum.

Hóast læraraútbúgvingin er ein akademisk útbúgving, so er hon í ávísan mun eisini praktisk, og tí er ein slíkur dagur kærkomin.

Hetta er triðja árið á rað, at SSP hevur boðið læraralesandi til ein tílíkan dag, og hetta tiltakið hevur eydnast framúr væl. Tey lesandi læra eina rúgvu um arbeiðið hjá SSP, og um hvussu tey sum komandi lærarar eiga at handfara ymiskar avbjóðingar, sum tey koma at møta í arbeiðslívinum. 

Eisini fáa tey íblástur til møguliga sjálvi at gerast SSP umboð.

Setrið takkar fyriskiparunum, Súsonnu í Króki og Daisy J. Iversen, sum báðar eru SSP ráðgevar, fyri hendan væl skipaða og læruríka dagin.

Mest lisið hesa vikuna

Yvirskrift: Tað mest ræðandi PISA-talið snýr seg ikki um lesing

9. sepember kl. 06:31

Eftirlit við ferðafólkabátum: Bátur skuldi avstað við ov nógvum ferðafólkum

8. sepember kl. 21:00

Máttu í fjøllini at bjarga útlendskum ferðamanni oman á slætt

12. sepember kl. 09:10

Danmark fyrireikar kirkjuna til stórkríggj: Kann fáa upp í 20 fallnar hermenn um dagin

Í gjár kl. 15:00

Løgreglan ávarar: Falskur politistur roynir at lumpa pengar frá fólki

9. sepember kl. 12:17

Viðhvørt hava vit eina sjúka mentan í Løgtinginum

10. sepember kl. 15:06