Ongi úrslit

Lærari ávarar: Ov nógv heimaarbeiði kann elva til strongd hjá næmingum

Næmingar fáa meira heimaarbeiði enn áður í fleiri lærugreinum. Tað kann elva til strongd, serliga hjá teimum, sum frammanundan hava trupult við skúlaarbeiðinum.

Edmund Jacobsen
2 tímar síðan

Bergur Samuelsen, nevndarlimur í Føroya Lærarafelag, ávarar um, at ov nógv heimaarbeiði og nógvar framløgur kunnu leggja stórt trýst á skúlanæmingar.

Í einum sjónarmiði í Skúlablaðnum vísir hann á, at heimaarbeiðið í fleiri kunningarlærugreinum er økt seinastu árini.

Ein orsøk kann vera, at tímatalið í lærugreinunum er minkað. Samstundis er tað vorðið meira krevjandi at undirvísa, millum annað tí næmingar hava ilt við at hugsavna seg.

Veikir næmingar serliga hart raktir

Sambært Bergi Samuelsen kann ov nógv heimaarbeiði hava óhepnar avleiðingar, serliga tá fleiri stórar uppgávur og framløgur falla um somu tíð.

– Serliga fyri teir veikaru næmingarnar kann ov nógv heimaarbeiði stressa meira, enn gott er. Og framløgur kunnu ofta vera krevjandi og stressandi fyri fleiri næmingar, skrivar hann.

Hann vísir á, at fleiri lærarar brúka skrivligar uppgávur og framløgur fyri at fáa betri grundarlag at geva næmingunum støðumet. Men hetta kann hava óhepnar avleiðingar.

Lærarar mugu samskipa heimaarbeiðið betur

Bergur Samuelsen heldur, at lærarar eiga at leggja heimaarbeiðið betur til rættis.

Stílar, støddfrøðiuppgávur og fyrireiking til fyrisagnir kunnu vera hóskandi. Men koma fleiri framløgur aftrat, kann arbeiðsbyrðan skjótt gerast ov stór.

– Vit mugu duga betur at dosera heimaarbeiði yvir alt árið, so ikki ov nógv javnan kemur í senn, skrivar hann.

Hann heitir tí á læraratoymini um at samskipa uppgávurnar betur, so arbeiðsbyrðan hjá næmingunum verður hóskandi.

Mest lisið hesa vikuna

Leita eftir manni í Havn

29. oktober kl. 07:46

Maðurin afturfunnin í øllum góðum

29. oktober kl. 08:36

I næstum fara fleiri hundrað bilar at missa nummarpláturnar

26. oktober kl. 16:36

Nú brestur hann á um eina løtu - tað verður ringast sunnan fyri

27. oktober kl. 14:38

Ingrid Elisabeth savnaði 2.100 krónur til børn í neyð: – Eg visti, at onkur fór at verða glaður

26. oktober kl. 14:16

Nógvar grýlur og nógv full fólk í Havn í nátt

12 tímar síðan