Ongi úrslit

Landsfelag Pensjónista fingið peningagávu

Aftara rað frá vinstru: Alfred Olsen og Astrid Jacobsen. Fremst frá vinstru: Johild Joensen, Maria Olsen, næstforkvinna, Gunnleyg Durhuus, skrivari, og Beate L. Samuelsen, forkvinna. Mynd: Nudlavirkið
Áki Bertholdsen
5 tímar síðan

Týsdagin handaði Niels Uni Dam, stjóri í Nudlavirkinum, Landsfelag Pensjónista ein kekk upp á 40.460 krónur.

Tað gjørdi stjórin vegna íslendska DAS-happadráttin, sum fyri lítlum ári síðani fór í samstarv við Landsfelagið um at fáa pensjónistar, og onnur bindiáhuga, runt landið at binda ella hekla puntar í støddini 15 x 15 cm.

Puntarnir vóru latnir Landsfelag Pensjónista, sum síðani savnaði teir saman og lat teir víðari til Nudlarvirkið.

Landsfelagið skuldi fáa 10 krónur fyri hvønn puntin og tær vóru markaðar til okkurt felags tiltak til frama fyri føroyskar pensjónistar. Tilsamans bleiv tað so til 40.460 krónur.

 Myndin er uttanfyri skrivstovuna hjá Landsfelag Pensjónista á Argjum, tá ið stjórin á Nudlavirkinun, Niels Uni Dam, handaði nevndini kekkin.

Mest lisið hesa vikuna

Løgtingskvinna: Hetta er ein óhugnaligur tanki

5. oktober kl. 08:47

Hetta kundi enda heilt galið á Argjum

2. oktober kl. 08:31

Løgreglan mátti fýra ferður eftir sama manni - hann fekk tvær bøtur

4. oktober kl. 12:09

Hesa ferð hevði svikarin ikki eydnuna við sær í Føroyum

4. oktober kl. 09:55

Nú skulu fólk ansa serliga væl eftir at tey ikki verða lumpað

5. oktober kl. 09:37

Ræðuleiki í stýrhúsinum: Flogskipari stungin, meðan flogfarið fall 5.200 metrar

2. oktober kl. 19:27