Ongi úrslit

Landsliðsúttøka verður mánadagin

Mánadagin 2. novembur klokkan 10:00 verður greitt, hvussu Eyðun Klakstein velur at manna hópin til UEFA Nations League dystirnar móti Slovakia og Moldova, sum eru á skránni seinni í mánaðinum

Mánadagin 2. novembur klokkan 10:00 fer Eyðun Klakstein at kunngera hópin til UEFA Nations League dystirnar ímóti Slovakia og Moldova - Mynd: Jóhanna Thomsen
fsf.fo/Hans Erik Danielsen
2 tímar síðan

Í morgin, mánadagin 2. novembur klokkan 10:00 verður skipað fyri tíðindafundi í Trinstovuni á Tórsvølli.

Á tíðindafundinum fer Eyðun Klakstein, A-landsliðsvenjari hjá monnum, at kunngera hópin til UEFA Nations League dystirnar ímóti Slovakia og Moldova.

Fríggjadagin 13. novembur klokkan 19:45 spæla Slovakia og Føroyar á Kosicka Football Arena, og mánadagin 16. novembur klokkan 15:00 kemur Moldova á vitjan á Tórsvølli.

Undan seinastu umførunum eru slovakar fremstir í bólkinum við 10 stigum, Føroyar og Moldova hava fýra stig í part, og á fjórða plássi er Kasakstan við tveimum stigum.

Mest lisið hesa vikuna

Leita eftir manni í Havn

29. oktober kl. 07:46

Maðurin afturfunnin í øllum góðum

29. oktober kl. 08:36

I næstum fara fleiri hundrað bilar at missa nummarpláturnar

26. oktober kl. 16:36

Nú brestur hann á um eina løtu - tað verður ringast sunnan fyri

27. oktober kl. 14:38

Ingrid Elisabeth savnaði 2.100 krónur til børn í neyð: – Eg visti, at onkur fór at verða glaður

26. oktober kl. 14:16

Nógvar grýlur og nógv full fólk í Havn í nátt

12 tímar síðan