Ongi úrslit

Landssjúkrahúsið er góðkent sum útbúgvingarstað

Útbúgvingin til anestesisjúkrarøktarfrøðing tekur tvey ár og fevnir um bæði ástøði og kliniska venjing

Landssjúkrahúsið
4 tímar síðan

Petrina Maria Berg hevur tikið partar av serútbúgvingini til anestesisjúkrarøktarfrøðing á Landssjúkrahúsinum. Hon hevur nú lokið útbúgvingina, og er byrjað í føstum starvi á Anestesideildini.

Útbúgvingin til anestesisjúkrarøktarfrøðing tekur tvey ár og fevnir um bæði ástøði og kliniska venjing. Útbúgvingargongdin hjá Petrinu hevur verið skipað í samstarvi millum Landssjúkrahúsið og Esbjerg Sjúkrahús, har kliniski parturin er farin fram á báðum sjúkrahúsunum.

At partar av útbúgvingini nú kunnu takast á Landssjúkrahúsinum, er eitt týdningarmikið stig fyri førleikamenningina í Sjúkrahúsverkinum. Tað gevur sjúkrarøktarfrøðingum betri møguleika at nema sær serútbúgving innan anestesi, samstundis sum ein størri partur av útbúgvingini kann fara fram í Føroyum.

Sum anestesisjúkrarøktarfrøðingur arbeiðir Petrina millum annað við doyving í sambandi við skurðviðgerðir og við akuttum støðum. Starvið krevur bæði høga fakliga vitan, tekniskar førleikar og samstarv við aðrar fakbólkar.

Við loknu útbúgvingini heldur Petrina fram á Anestesideildini á Landssjúkrahúsinum, nú sum fastur anestesisjúkrarøktarfrøðingur.

Vit ynskja Petrinu hjartaliga til lukku við útbúgvingini og starvinum.

Mest lisið hesa vikuna

Løgtingskvinna: Hetta er ein óhugnaligur tanki

Í gjár kl. 08:47

Hetta kundi enda heilt galið á Argjum

2. oktober kl. 08:31

Løgtingsmaður undrast á at landsstýrisfólk ferðast so nógv uttanlands

1. oktober kl. 09:09

Løgreglan mátti fýra ferður eftir sama manni - hann fekk tvær bøtur

4. oktober kl. 12:09

Hesa ferð hevði svikarin ikki eydnuna við sær í Føroyum

4. oktober kl. 09:55

Nú skulu fólk ansa serliga væl eftir at tey ikki verða lumpað

Í gjár kl. 09:37