Ongi úrslit

Landsstýrið fer ikki at seta aldursmark á - vit skulu vera varin við at seta forboð

Áki Bertholdsen
1 tími síðan

Landsstýrið fer ikki at seta aldursmark á fyri at keypa orkudrykkir. Tað sigur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í vinnumálum.

Annars hevur Heilsustýrið mælt til, at ung undir 18 ár ikki skulu sleppa at keypa orkudrykkir og eisini Heilsufrøðiliga Starvsstovan hevur sagt orkudrykkir eru ikki fyri børn tí tað er meiri koffein í teimum enn børn tola.

Nøkur av hjáárinunum av at drekka ov nógvar orkudrykkir eru høvuðpína, magapína, hjartabankan, ringur svøvnur, órógv og angist.

Um ársskiftið ætlaði táverandi landsstýrið at seta eitt slíkt bann í gildi. Tað arbeiðið var komið væl áleiðis, men so varð løgtingsval og núverandi landsstýrið hevur so eina aðra støðu og fer ikki at seta bann fyri tí.

Steffan Klein Poulsen, løgtingsmaður fyri Miðflokkin, vísir eisini á, at orkudrykkir eru annars komnir í andglettin í fleiri londum í Evropa. Pólland, Ungarn, Rumenia, Litava, Bulgaria og Lettland eru nøkur lond, sum hava bannað orkudrykkjum til børn undir 18 ár. Í Noregi hevur verið 16 ára aldursmark síðan januar 2026 og í Onglandi er avgjørt at seta 16 ára aldursmark, sum ætlandi kemur í gildi í apríl 2027.

Tí hevur hann spurt landsstýrismannin í vinnumálum um nakrar ætlanir eru her í Føroyum á tí økinum

Men Jacob Vestergaard sigur, at Landsstýrið hevur ikki ætlanir um at áseta aldursmark fyri orkudrykkir.

– Sum heild eiga vit at vera varin við at seta forboð og sum heild eigur eitt forboð ikki at vera fyrsta loysnin, har onnur - minni víðfevnd - stig kunnu verða tikin, sigur hann.

Hann tekur annars undir við, at fólk verða kunnaðum vandarnar við orkudrykkjum, serliga fyri børn og ung.

– Viðkomandi myndugleikar hava varpað ljós á økið, samstundis sum at summir handlar, av sínum eintingum, hava sett aldursmark á fyri at keypa orkudrykkir, sigur Jacob Vestergaard.

Annars heldur landsstýriskvinnan í heilsumálum, Eyðdis Hartmann Niclasen, at ung undir 18 ár eiga ikki at sleppa at keypa orkudrykkir og hon ætlani at seta seg í samband við Jacob Vestergaard um málið - men tað kann hon altso spara sær.

Mest lisið hesa vikuna

Hvussu veit Jenis, at Gud hevur sett Netanyahu?

7. oktober kl. 10:50

Suðuroyartunnilin skal vera ótrúliga dýrur áðrenn tað ikki loysir seg

10. oktober kl. 10:59

Biður Jacob Vestergaard sláa kalt vatn í blóðið - annars fær hann krav um endurgjald

Í gjár kl. 15:20

Kanna eitt mál um haturstalu ímóti samkyndum

Í gjár kl. 09:14

Breyt fleiri rútar á løgreglustøðini

7. oktober kl. 07:44

Mín uppliving við heilabløðing og ein áheitan á Løgtingið

17 tímar síðan