Ongi úrslit

Landsverk ávarar: 30 brýr krevja ábøtur innan stutta tíð

Umleið 30 brýr á landsvegakervinum eru í ringum standi, samstundis sum viðlíkahaldseftirsleipið nú verður mett til meira enn 500 mió. kr.

© Kortal.
30 brýr eru í ringum standi, og eftirsleipið á vegakervinum er farið upp um 500 milliónir krónur. Nú krevjast skjótar og kostnaðarmiklar ábøtur. Myndin er tilvildarlig.
Edmund Jacobsen
2 tímar síðan

Viðlíkahaldseftirsleipið á føroyska vegakervinum er nú farið upp um 500 mió. kr. Samstundis eru umleið 30 brýr í so ringum standi, at neyðugt er at gera ábøtur innan stutta tíð.

Tað stendur í uppskotinum til fíggjarlóg fyri 2027.

Landsverk hevur í nógv ár víst á, at játtanin til viðlíkahald er ov lítil. Sambært uppskotinum er játtanin minkað, hóast kostnaðarstøðið er hækkað, nýggir landsvegir eru komnir afturat, og ferðslan er vaksin.

30 brýr krevja ábøtur

Ein støðulýsing frá 2018 vísti, at 32 brýr vóru í so ringum standi, at ábøtur máttu gerast beinanvegin. Fleiri teirra eru síðani umvældar.

Men ein nýggj støðulýsing frá 2024 vísir, at umleið 30 brýr framvegis eru í ringum standi. Tær hava støðumeting 4. Tað merkir, at bygningslutirnir eru nógv niðurbrotnir, og at neyðugt er við viðlíkahaldi innan stutta tíð.

Fleiri aðrar brýr eru eisini á veg í somu støðu, verða tær ikki umvældar. 

13 milliónir til brýr og tunlar

Í løguætlanini fyri 2027 eru 13 mió. kr. settar av til dagføring av brúm og tunlum.

Til samanberingar verður samlaða eftirsleipið á vegum, tunlum, brýgvum og øðrum undirstøðukervi fyribils mett til meira enn 500 mió. kr. 

Mest lisið hesa vikuna

Svikarar hava tømt kontuna hjá minst einum føroyingi

27. sepember kl. 13:41

Tá sporlið stýrir høvdinum

27. sepember kl. 22:21

Fýra fólk skuldsett fyri innbrot - upplýst er tey stjólu einar 160.000 krónur

26. sepember kl. 09:48

Hanus hugsar framvegis um sjúku systrina

26. sepember kl. 15:07

Frá veteranum til nýggjar kreftir: Fimm starvsfólk seta dám á Formula

28. sepember kl. 11:31

Løgtingsmaður undrast á at landsstýrisfólk ferðast so nógv uttanlands

12 tímar síðan