Ongi úrslit

Leirvíkstunnilin verður kanska stongdur eina løtu í dag

Áki Bertholdsen
4 tímar síðan

Tíðliga í morgun varð ringt til løgregluna at boða frá, at nakrar plátur vóru loysnar undan loftinum í Leirvíkstunnilin.

Løgreglan sigur, at Landsverk er farið í tunnilin at umvæla skaðan, og løgreglan er eisini til staðar at halda skil á ferðsluni.

Løgreglan sigur, at tí er væntandi, at ferðslan verður tarnað og helst verður bara eitt spor opið eitt skifti. Men tað kann eisini hugsast, at tunnilin verður stongdur heilt eitt skifti.

Tí er vandi fyri, at bilarøðir verða uttan fyri tunnilin, men tað er altso tí at arbeitt verður upp á at festa pláturnar aftur.           

Mest lisið hesa vikuna

Yvirskrift: Tað mest ræðandi PISA-talið snýr seg ikki um lesing

9. sepember kl. 06:31

Eftirlit við ferðafólkabátum: Bátur skuldi avstað við ov nógvum ferðafólkum

8. sepember kl. 21:00

Máttu í fjøllini at bjara útlendskum ferðamanni oman á slætt

12. sepember kl. 09:10

Løgreglan ávarar: Falskur politistur roynir at lumpa pengar frá fólki

9. sepember kl. 12:17

Viðhvørt hava vit eina sjúka mentan í Løgtinginum

10. sepember kl. 15:06

Danmark fyrireikar kirkjuna til stórkríggj: Kann fáa upp í 20 fallnar hermenn um dagin

21 tímar síðan