Bretska rokkstjørnan Liam Gallagher, sum er íðin viðhaldsmaður hjá Manchester City, legði ikki fingrarnar ímillum, tá ið hann sunnukvøldið fór til álops á fyrrverandi Manchester United-leikaran Roy Keane.
Eftir sigurin hjá Manchester City á Liverpool (3-0) á Anfield skrivaði Oasis-sangarin fleiri hvassorðaðar viðmerkingar á X.
Serliga Roy Keane, sum nú er sjónvarpsviðmerkjari, fekk toyggið.
– Og Roy Keane kann kyssa meg í mína andaligu reyv. Tín slavni idiotur, skrivaði Gallagher sambært danska miðlinum B.T.
Hørð orð um Manchester City
Roy Keane hevur verið sera atfinningarsamur móti Manchester City í sambandi við málið um brot á fíggjarligu reglurnar í Premier League.
Hann hevur millum annað sagt, at spælararnir hjá felagnum áttu at tveitt sínar Premier League-heiðursmerkir í ruskspannina.
Sambært B.T. hevur Manchester City kært eina avgerð í málinum, sum snýr seg um 114 ákærur um brot á fíggjarligu reglurnar.
Oasis-brøðurnir fegnaðust
Meðan Liam Gallagher gjørdi vart við seg á X, var eldri beiggi hansara, Noel Gallagher, staddur á Anfield.
Noel, sum eisini er limur í Oasis, fylgdi dystinum saman við viðhaldsfólkunum hjá Manchester City á útivølli.
Báðir Oasis-brøðurnir fegnaðust um sigurin á Liverpool, men tað var serliga Liam, sum vakti ans við sínum grova orðavali.