Eftir umleið tíggju ára fyrireiking er nú verulig gongd komin á stóru útbyggingarætlanina hjá LookNorth í Klaksvík. Fyrstu veggirnir til nýggja framleiðslubygningin Undir Hamri eru stoyptir.
– Vit vóna, at bygningurin verður liðugur um árskiftið 2027/2028. Hann verður umleið dupult so stórur sum bygningurin, vit hava í dag, sigur Ragnar O. Sundstein.

Vilja vera minni bundin at alivinnuni
Alivinnan hevur í nógv ár verið ein týðandi marknaður hjá LookNorth. Fyritøkan framleiðir millum annað kassar til laks og aðrar plastvørur, men við nýggju íløguni ætlar leiðslan eisini at leggja størri dent á bjálving.
– Vit hava sagt, at skulu vit byggja nýtt, so skulu vit eisini tora at leggja okkum eftir onkrum nýggjum. Vit hava hugt at ymiskum møguleikum, og ein teirra er at leggja størri dent á framleiðslu av bjálving, sigur Ragnar O. Sundstein.
Bjálving hevur higartil staðið fyri umleið 10–20 prosentum av virkseminum. Ætlanin er, at hesin parturin skal vaksa og vera við til at fjøltátta virksemið.
– Endamálið er eisini at fjøltátta virksemið, so vit ikki verða ov bundin at einum einstøkum marknaðarparti. Í dag er nógv av okkara framleiðslu í stóran mun knýtt at alivinnuni, sigur hann.
Fleiri starvsfólk, meira sjálvvirkni og minni orkunýtsla
Í dag arbeiða umleið 15 fólk hjá LookNorth. Tá nýggi bygningurin verður tikin í nýtslu, væntar fyritøkan, at starvsfólkatalið fer upp um 20.
Samstundis ætlar LookNorth at gera størri part av framleiðsluni sjálvvirknan og fáa fleiri robottar inn í framleiðsluna.
Eisini orkunýtslan skal betrast. Í dag fer nógvur hiti til spillis í framleiðsluni, og fyritøkan brúkar eisini nógva olju til framleiðsluna.
– Vit vilja endurnýta meira av hitanum, sum í dag fer til spillis. Har eru møguleikar at effektivisera og samstundis spara pengar, sigur Ragnar O. Sundstein.
LookNorth varð stovnað í 2000, og framleiðslan byrjaði í 2001. Fyrstu árini framleiddi fyritøkan serliga EPS-kassar til ali- og fiskivinnuna. Síðani er virksemið víðkað til millum annað harðplast, bjálving og serframleiddar plastvørur.
Verandi bygningurin hjá LookNorth er longu seldur til Netastovuna, sum er granni hjá fyritøkuni.