Ongi úrslit

Loyndarmálið á Sandi: Nú verður avdúkað, hvat stendur á rúnasteininum

Fornfrøðingar hava higartil bert megnað at lesa partar av rúnunum á steininum, sum varð funnin á Sandi í summar. Leygardagin verður nýggj tulking løgd fram.

© Helgi Michelsen / Tjóðsavnið.
Hvat siga gomlu rúnurnar? Leygardagin verður nýggj tulking av rúnasteininum, sum varð funnin á Sandi í summar, løgd fram á Tjóðsavninum. Mynd: Helgi Michelsen.
Edmund Jacobsen
51 minuttir síðan

Tjóðsavnið fer leygardagin 14. november at leggja fram eina nýggja tulking av rúnasteininum, sum varð funnin undir útgrevstrinum á Sondum á Sandi í summar.

Tá steinurin varð funnin, hildu fornfrøðingarnir seg kunna lesa orðini „… hvílir her“.

Men hvat stendur framman fyri hesi orðini?

Tað hevur Lisbeth M. Imer, seniorgranskari og rúnuserfrøðingur á Nationalmuseet í Keypmannahavn, nú kannað.

Hon fer at greiða frá rúnum og tulkingini av steininum á einum almennum tiltaki á Tjóðsavninum.

Tiltakið verður á Tjóðsavninum í Brekkutúni 6 leygardagin 14. november klokkan 14.

Helgi Michelsen, fornfrøðingur á Tjóðsavninum, fer eisini at greiða frá útgrevstrinum og frá tí, tá rúnasteinurin varð funnin.

Eftir framløgurnar verður høvi at síggja rúnasteinin og aðrar gripir, sum vórðu funnir undir útgrevstrinum í summar.

Tiltakið er ókeypis, og øll eru vælkomin.

Mest lisið hesa vikuna

Suðuroyingur við stórum sigri: Rutt Hjelm eigur ársins vínstovu í Danmark

4. november kl. 18:03

Stúra fyri at seinasta áin á Argjum nú fer undir asfalt og betong

3. november kl. 09:30

Vinabondini hildu í 36 ár: Norskar kvinnur hittust aftur við føroyskar vinkonur

5. november kl. 19:45

Ung sangkvinna við serstakum gávum fær fíggjarligan stuðul

3. november kl. 13:59

Nú fara Bústaðir aftur at byggja íbúðir í Havn

6. november kl. 09:27

Eini 2.000 útlendingar kunnu skjótt fáa varandi uppihaldsloyvi í Føroyum

2. november kl. 12:00