Ongi úrslit

Lygnnes boðið út av nýggjum: Fleiri bústaðir kunnu byggjast við broyttum treytum

Tórshavnar kommuna bjóðar økið á Lygnnesi í Kollafirði út av nýggjum. Samstundis verður arbeitt við at broyta byggisamtyktina, so møguleiki verður fyri fleiri bústaðareindum.

© Tórshavnar kommuna.
Økið á Lygnnesi í Kollafirði er nú boðið út av nýggjum við broyttum fortreytum.
Edmund Jacobsen
2 tímar síðan

Økið á Lygnnesi í Kollafirði er nú boðið út av nýggjum við broyttum fortreytum. Freistin at lata inn tilboð er 12. oktober 2026 klokkan 12.

Tórshavnar kommuna arbeiðir samstundis við at broyta byggisamtyktina fyri økið úr A1 í A4. Endamálið er at loyva opnari og tættari bygging, so økið kann býtast sundur í fleiri sjálvstøðugar bústaðareindir.

Freistin er bert tríggjar vikur

Av tí at økið nýliga hevur verið boðið út, er innlatingarfreistin hesaferð stytt niður í tríggjar vikur. Kommunan vil soleiðis skjótt fáa greiðu á, um áhugi er fyri at byggja á økinum.

Tilboð skulu latast inn umvegis Útboðsportalin hjá Tórshavnar kommunu. Har kunnu áhugað skráseta seg, lata inn tilboð og seta spurningar um útboðið. Svarini verða almannakunngjørd í navnleysum líki.

Mest lisið hesa vikuna

Syrgilig vanlukka í Klaksvík: 14 ára gamal lat lív

18. sepember kl. 19:02

Todi Jónsson fluttur heim eftir 33 ár: Byrjar av nýggjum á Tvøroyri

21. sepember kl. 06:00

Veiðirættindi seld fyri 28 milliónir: Felag skal rinda 14 milliónir í skatti

19. sepember kl. 13:00

Tað er fúl etandi skomm fyri Havnina

18. sepember kl. 10:29

Elsebeth: – Eg harmist um mistakið

17. sepember kl. 23:21

Leita eftir vitnum til innbrot har ein stór peningaupphædd er stolin

Í gjár kl. 10:07