Makrelvertíðin í Íslandi er nú av álvara farin í gongd. Margrét EA kom til Neskaupstaðar við knapt 700 tonsum av makreli, sum nú verður virkaður á verksmiðjuni hjá Síldarvinnsluni.
Makrelurin vigar í miðal 430 gramm. Sambært Síldarvinnsluni hevur fiskurin verið væl niðurkøldur í tangunum umborð. Geir Sigurpáll Hlöðversson, rakstrarleiðari á verksmiðjuni, lýsir fiskin sum óvanliga góðan.
Fiskurin stóð longri úr landi
Beitir NK og Börkur NK fóru til makrelfiskiskap mánakvøldið. Fyrst leitaðu skipini eftir makreli landsynning úr Íslandi í íslendskum sjógvi, men har var lítið at fáa.
Síðani settu tey kós móti Síldarsmuganum, har makrelfiskiskapur hevur verið seinastu tíðina.
Margrét EA fiskar saman við Vilhelm Þorsteinsson EA, Börkur NK og Beitir NK. Veiðan verður savnað umborð á einum skipi, sum siglir tann langa teinin til lands, meðan hini skipini halda fram at fiska. Íslendsk makrelskip hava brúkt hesa skipan síðan 2020. Endamálið er millum annað at tryggja, at fiskurin kemur so feskur sum gjørligt til verksmiðjuna.
Meira enn 830 tons aftrat á veg til lands
Fiskiskapurin helt fram at vera góður, eftir at Margrét EA fór av fiskileiðini.
Fríggjadagin var Beitir NK á veg til lands við meira enn 830 tonsum av makreli eftir fýra hál. Samstundis varð eisini boðað frá góðum fiskiskapi hjá Börkur NK.