Ongi úrslit

Makrelstríðið harðnar: ES finst hvassliga at Føroyum

ES-ráðið finst hvassliga at føroysku kvotunum og ávarar um, at fiskiskapurin kann hótta stovnarnar og framtíðar samstarvið.

Edmund Jacobsen
23. juli kl. 14:12

ES-ráðið leggur nú stórt trýst á Føroyar í ósemjuni um makrel og norðhavssild.

Í nýggjum niðurstøðum harmast ráðið um, at Føroyar hava gjørt avtalu um makrelkvotur uttan eina víðfevnda semju millum øll strandarlondini og uttan luttøku frá ES.

Ráðið sigur seg vera álvarsliga stúrið um avtalurnar. Sambært niðurstøðunum kunnu tær hótta burðardygdina hjá makrelstovninum. ES-ráðið heldur eisini, at framferðin hjá Føroyum stríðir ímóti ábyrgdarfullari fiskiveiðistýring og altjóða samstarvi.

Føroysku kvoturnar eru ov stórar

ES-ráðið finst eisini at Føroyum fyri einvíst at hava ásett tað, sum ráðið nevnir lutfalsliga stórar kvotur av bæði makreli og norðhavssild.

Samstundis heldur ráðið, at samstarvið við ES ikki hevur verið nóg konstruktivt.

ES heitir tí á Føroyar um at taka virknari og konstruktivari lut í samstarvinum í NEAFC, sum er fiskiveiðinevndin fyri landnyrðingspartin av Atlantshavinum.

Endamálið skal vera at tryggja burðardygga gagnnýtslu av felags fiskastovnunum og eitt rættvíst býti av fiskimøguleikunum.

ES-ráðið sigur seg framvegis vilja arbeiða fyri einari víðfevndari semju. Semjan skal byggja á vísindaliga ráðgeving, altjóða skyldur og søgulig rættindi. Ráðið heitir eisini staðiliga á Føroyar um at samstarva við ES um felags umsitingartiltøk fyri fiskastovnarnar í landnyrðingspartinum av Atlantshavinum.

Samstarvið røkkur langt út um fiskivinnuna

Hóast hvøssu atfinningarnar á fiskivinnuøkinum lýsir ES-ráðið Føroyar sum ein tættan, týdningarmiklan og samsintan samstarvsfelaga.

Sambandið millum Føroyar og ES er seinastu árini styrkt innan millum annað handil, alivinnu, gransking, nýskapan og arktisk og norðuratlantisk viðurskifti.

Ráðið vísir eisini á samstarvssemjuna, sum Føroya landsstýri og ES undirskrivaðu 14. mars 2024. Hon fevnir millum annað um grøna og talgilda umskiftið, veðurlagsbroytingar, umhvørvi, orku, lívmargfeldið í havinum, útbúgving, skattamál, matvørutrygd og vísindaligt samstarv.

Harumframt rósar ráðið Føroyum fyri stuðulin til Ukraina og fyri at hava tikið undir við tiltøkunum hjá ES ímóti Russlandi eftir innrásina í Ukraina.

Niðurstøðurnar vórðu samtyktar av ES-ráðnum 16. juni 2026.

Mest lisið hesa vikuna

Yvirskrift: Tað mest ræðandi PISA-talið snýr seg ikki um lesing

9. sepember kl. 06:31

Eftirlit við ferðafólkabátum: Bátur skuldi avstað við ov nógvum ferðafólkum

8. sepember kl. 21:00

Løgreglan ávarar: Falskur politistur roynir at lumpa pengar frá fólki

9. sepember kl. 12:17

Máttu í fjøllini at bjara útlendskum ferðamanni oman á slætt

17 tímar síðan

Viðhvørt hava vit eina sjúka mentan í Løgtinginum

10. sepember kl. 15:06

Fýra bilførarar í óhappi í gjár - minst ein kann vænta at missa koyrkortið

6. sepember kl. 09:17