Ongi úrslit

Marcus & Martinus á Summar Festivalin

Norsku poppstjørnurnar koma næsta ár til Føroya at spæla á landsins størsta tónleikatiltaki

© Mynd:
Tíðindaskriv
1 tími síðan

Norsku poppstjørnurnar Marcus & Martinus spæla á Summar Festivalinum 2027.
Teir teljast millum kendustu poppsangarar í norðurlondum, og seinnu árini hava teir eisini fingið vaksandi fjepparaskara kring Europa.

Marcus & Martinus fingu longu sum 10 ára gamlir stóra gjøgnumbrotið, tá ið teir vunnu norska Melodi Grand Prix Junior við sanginum "To dråper vann". Hetta gjørdist byrjanin til nakað enn størri, tí teir hava síðani ment seg til at vera altjóða poppstjørnur.

Teir hava hesi árini síðani støðugt givið tónleik út og hava havt stór hitt við hundraðtals milliónum spælingum á stroymingartænastum. Millum kendastu sangirnar eru "Elektrisk", "Unforgettable", "Girls" og "Heartbeat".

Í 2024 vunnu teir svenska Melodifestivalin við sanginum "Unforgettable", og teir umboðaðu Svøríki í Eurovision hetta árið. Í fjør komu teir við nýggju útgávuni "The Room", og í fjør ferðaðust teir víða at hava stórar konsertir kring Europa.

Dugnaligu tvíburðarnir eru nú blivnir 24 ára gamlir og verða roknaðir sum stórar ungdómsstjørnur. Teir eru kendir fyri fangandi sangir og flottar framførslur, og nú koma teir á landsins størsta tónleikatiltak.

Marcus & Martinus spæla á Summar Festivalinum, sum verður hildin dagarnar 5. til 7. august 2027.

Mest lisið hesa vikuna

Rúni samlar pengar til stórlið í Hoyvík

24. november kl. 21:03

SEV: Stór príshækking á streymi næsta ár

Í gjár kl. 08:56

Hon man vera heimsins djarvasta kvinna

6 tímar síðan

Meldaðu mann fyri at skjóta ólógliga - men tað gjørdi hann ikki

23. november kl. 08:14

Ferðsluóhapp tí at bilførarin var blendaður av sólini

22. november kl. 09:20

Hetta fari eg aldrin at góðtaka: Alt skal, við djevulsins valdi og mátti flytast úr Vági

2 tímar síðan