Ongi úrslit

Maria Skaalum Petersen: Politisku lyftini um gransking síggjast ikki aftur í tølunum

Almennu íløgurnar í gransking minka, hóast politisk lyfti um tað øvuta. Maria Skaalum Petersen heldur, at hetta er ein andsøgn.

© Granskingarráðið.
Politisku lyftini og veruleikin samsvara ikki. Maria Skaalum Petersen, forkvinna í Ráðnum fyri gransking, menning og nýskapan, undrast á, at almennu íløgurnar í gransking minka, hóast landsstýrini hava sett sær fyri at økja stuðulin.
Edmund Jacobsen
1 tími síðan

Maria Skaalum Petersen, nývald forkvinna í Ráðnum fyri gransking, menning og nýskapan, undrast á, at almennu íløgurnar í gransking og menning minka, hóast bæði undanfarna og núverandi landsstýri hava sett sær fyri at økja stuðulin til gransking.

– Tað er ein andsøgn at síggja, at almennu íløgurnar minka, hóast undanfarna landsstýrið, eins og nýggja landsstýrið, hevði sum mál, at almenni stuðulin til gransking skuldi hækkast líðandi, sigur hon.

Nýggj hagtøl frá Hagstovuni vísa, at almennu íløgurnar minkaðu við 4,8 milliónum krónum í 2025.

Samstundis vuksu samlaðu íløgurnar í gransking og menning úr 335 milliónum krónum í 2024 upp í 388 milliónir krónur í 2025.

Vøksturin kom frá vinnuni, sum økti sínar íløgur við 57 milliónum krónum.

Ein hálv milliard manglar

Hóast samlaðu íløgurnar eru vaksnar, liggja Føroyar framvegis langt aftanfyri hini Norðurlondini.

Í 2025 fóru 1,32 prosent av BTÚ til gransking og menning. Tað er meira enn árið fyri, men minni enn í 2022 og 2023.

Skulu Føroyar røkka málinum, sum flestu evropeisku londini hava sett sær, um at brúka trý prosent av BTÚ til gransking og menning, krevjast umleið 500 milliónir krónur afturat.

Nýggj heildarætlan ávegis

Ráðið fyri gransking, menning og nýskapan hevur nú tikið arbeiðið við einari heildarætlan uppaftur.

Ætlanin er at leggja eitt uppskot fyri landsstýrismannin í mentamálum, sum síðani kann verða viðgjørt í politisku skipanini.

Maria Skaalum Petersen leggur dent á, at íløgur í gransking og menning eru langtíðaríløgur, sum skulu gera føroyska samfelagið betur ført fyri at møta framtíðaravbjóðingum.

Hon eftirlýsir, at politiska skipanin arbeiðir meira miðvíst og langsiktað við gransking og menning.

Mest lisið hesa vikuna

Hvussu veit Jenis, at Gud hevur sett Netanyahu?

7. oktober kl. 10:50

Kanna eitt mál um haturstalu ímóti samkyndum

11. oktober kl. 09:14

Suðuroyartunnilin skal vera ótrúliga dýrur áðrenn tað ikki loysir seg

10. oktober kl. 10:59

Biður Jacob Vestergaard sláa kalt vatn í blóðið - annars fær hann krav um endurgjald

10. oktober kl. 15:20

Mín uppliving við heilabløðing og ein áheitan á Løgtingið

11. oktober kl. 17:59

Breyt fleiri rútar á løgreglustøðini

7. oktober kl. 07:44