Ongi úrslit

Marine Le Pen dømd

Kærurætturin lækkaði revsingina

Jóhanna Højgaard
7. juli kl. 14:00

Ein franskur kærurættur hevur staðfest dómin móti politikaranum Marine Le Pen fyri misnýtslu av fígging frá Evropa-parlamentinum, samstundis sum revsingin var lækkað.

Rætturin kom fram til, at pengar, sum millum 2004 og 2016 vóru ætlaðir at løna starvsfólkum hjá Evropa-parlamentinum, í staðin vóru brúktir til at rinda starvsfólki, sum arbeiddi fyri flokkin hjá Le Pen í Fraklandi, heldur enn fyri Evropa-parlamentið.

Le Pen hevur víst ákærunum aftur og heldur fast við, at starvsfólkini gjørdu lógligt arbeiði fyri Evropa-parlamentið. Hon hevur eisini kallað málið politiskt grundað.

Eftir dómin var hon dømd til trý ára fongsul. Tvey ár eru treytað, meðan eitt ár skal avsonast undir elektroniskum eftirliti.

Eisini var bannið móti at røkja alment embæti stytt, so tað nú er 15 mánaðir.

Dómurin kann fáa stóran politiskan týdning undan franska forsetavalinum í 2027, tí styttri bannið kann geva Le Pen møguleika at stilla upp.

Mest lisið hesa vikuna

Syrgilig tíðindi á døgurða

13. juli kl. 20:56

Órímiligt at fólk skulu rinda fyri meiri enn tey eiga

17. juli kl. 09:59

Legg hornið á um Laura Bech ringjur

16. juli kl. 12:38

Pride-vikan byrjaði í Havn: Ælabogavegurin málaður av nýggjum í Steinatúni

17 tímar síðan

Fór á sjúkrahús eftir arbeiðsóhapp í Vágum

15. juli kl. 06:57

Stórur eldur í sethúsum í Sørvági

18. juli kl. 12:00