Ongi úrslit

Marita Mortensen skiftir til danskan hondbólt

20 ára gamla Marita Mortensen skal komandi kappingarár umboða Vendsyssel Håndbold. Evnaríki bakkurin verður mett at vera ein styrkur fyri felagið í Norðurjútlandi

Sigurjón Einarsson
7. mai 2021 kl. 11:07

Marita Mortensen, sum hevur verið sera eyðsýnd í føroyskum hondbólti, skiftir nú H71 út við Vendsyssel Håndbold, ið júst er flutt niður úr bestu deildini, og skal nú royna at vinna sær sætið í bestu deildina aftur.

Marita verður mett at vera ein styrkur fyri felagið.

- Marita er ein ungur og spennandi leikari, sum eg gleði meg at arbeiða við. Vit ynskja at fáa ungar og evnaríkar leikarar til felagið, sum hava tær røttu ambitiónirnar, sigur venjarin, Olivera Kecman, við heimasíðuna hjá felagnum.

Sjálv er Marita spent til nýggju avbjóðingina.

- Eg gjørdi upp við meg sjálva, at eg var noydd at fara uttanlands, skuldi eg víðari útvikla meg sum hondbóltsleikari. Valið fall á Vendsyssel, sigur hon við heimasíðuna hjá felagnum.

Marita sigur, at hon hevði fleiri valmøguleikar í Skandinavia, men eftir at hava tosað við venjaran, so var tað ikki torført hjá henni at velja norðurjútska felagið.

- Eg veit, at kvinnuhondbóltur í Danmark er á einum høgum stigi og vóni, at eg kann koma við mínum íkasti, men eg veit eisini, at hart arbeiði skal til og tað eri eg klár til, sigur hon.

Mest lisið hesa vikuna

Bønarløta á Oyggjarvegnum

27. juli kl. 14:18

Sigmundur Mørkøre: Vil heldur broyta Føroyar enn flyta av landinum

26. juli kl. 11:00

Níggju børn hava fingið endurgjald eftir COVID-19-koppseting

29. juli kl. 22:59

49.000 fólk brustu inn í Spania

18 tímar síðan

Myndir: Faroe Pride 2026

28. juli kl. 10:30

1,3 milliardir krónur í akkumuleraðum tapi í 6 ár, ið ongin ger nakað við

23 tímar síðan