Ongi úrslit

Marius Borg sleppur kanska heim til mammu sína

Ákæruvaldið hevur tó kært avgerðina

Jóhanna Højgaard
2 tímar síðan

Landsrætturin í Oslo avgjørdi mánadagin, at Marius Borg Høiby skal sleppa úr varðhaldinum, har hann hevur sitið í meira enn fýra mánaðir, meðan hann bíðar eftir dómi í sínum máli.

Rætturin grundgevur avgerðina við álvarsligu heilsustøðuni hjá mammuni, krúnprinsessu Mette-Marit, sum hevur eina framkomna lungnasjúku og er komin á bíðilista til lungnatransplatatión.

Í úrskurðinum stendur, at framhaldandi fongsulsrevsing vildi verið serliga tyngjandi fyri bæði Høiby og mammu hansara í truplu støðuni, sum familjan er í.

Verjin hjá Mariusi Borg Høiby, Petar Sekulic, sigur við VG, at klienturin hjá honum er væl nøgdur við avgerðina hjá dómstólinum.

- Hann er sera glaður fyri, at rætturin er komin til hetta úrslitið, soleiðis at hann kann vera saman við mammuni og restini av familjuni, sigur verjin.

Ákæruvaldið hevur tó kært avgerðina, og tí verður Høiby ikki leyslatin beinanvegin. Hann verður varðhaldsfongslaður, til kæran er viðgjørd.

Verjin vónar, at kærumálsrætturin kemur til somu niðurstøðu sum landsrætturin í Oslo.

Málið hevur vakt nógvan ans í Noregi orsakað av tøttu tilknýtinum hjá Høiby til kongsfamiljuna. Løgfrøðingar leggja tó dent á, at somu reglur og mannagongdir eru galdandi fyri hann sum fyri allar aðrar ákærdar.

Sambært norska serfrøðinginum Brynjar Meling er tað ikki óvanligt, at fangar søkja um leyslating, tá nærmastu familjulimirnir gerast álvarsliga sjúkir. Hann leggur dent á, at í slíkum førum metir rætturin hvussu tyngjandi framhaldandi fongsulsrevsing er fyri fangan.

Mette-Marit varð sett á bíðilista til lungnatransplatatión, eftir at sjúkan versnaði. Sambært norskum miðlum hendir hetta vanliga bara, tá væntaði livialdurin hjá sjúklinginum uttan transplantatión verður mett at liggja millum eitt og tvey ár.

Mest lisið hesa vikuna

SEV roynir nýggja grøna orku í sjónum

3. juni kl. 19:00

Løtumyndir - Color Run í Vági

2. juni kl. 18:40

Nýbygningur hjá Smyril Line fekk stóran skaða undir royndarsigling

5. juni kl. 11:00

Nú er nýggja stjórnin í Danmark skipað

1. juni kl. 21:06

Ávara ímóti piparkornum tí heilsuskaðilig evni eru í teimum

3. juni kl. 10:55

Sextortion móti monnum og dreingjum vaksur

3. juni kl. 18:00