Ongi úrslit

Marius Ziska á konsertferð: Skal spæla í fýra londum

Marius Ziska úr Søldarfirði hevur fimm konsertir í fýra londum á skránni. Fyrsta konsertin verður í Íslandi leygardagin.

Marius Ziska fer komandi mánaðirnar at spæla á fimm konsertum í fýra londum.
Edmund Jacobsen
5 tímar síðan

Føroyski tónleikarin Marius Ziska fer komandi mánaðirnar at spæla í Íslandi, Eysturríki, Týsklandi og Danmark.

Longu leygardagin 31. oktober spælir hann á Heima Skagi í Akranesi í Íslandi. Tann 20. november stendur Blue Bird Festival í Wien í Eysturríki fyri tørni.

Konsertferðin heldur fram 25. februar í Flensburg í Týsklandi. Dagin eftir spælir hann í Tapperiet í Køge, og 29. mai verður hann at hoyra á Hotel Cecil í Keypmannahavn.

Marius Ziska er kendur fyri sín sermerkta tónleik, har fólkatónleikur, rokkur og elektroniskur tónleikur renna saman.

Mest lisið hesa vikuna

Kunnu spara 190 milliónir um árið - næstan uttan at nakar uppdagar tað

23. oktober kl. 12:08

Amerikanskur serfrøðingur: Trump skal keypa Føroyar leysar frá Danmark

25. oktober kl. 04:11

Viljormur hevði fleiri møguleikar at velja í

24. oktober kl. 13:30

I næstum fara fleiri hundrað bilar at missa nummarpláturnar

26. oktober kl. 16:36

Tikin í havnargøtum við rúsevnum uppi á sær

24. oktober kl. 09:59

Nú brestur hann á um eina løtu - tað verður ringast sunnan fyri

27. oktober kl. 14:38