Ongi úrslit

Marjus Nón flytur aftur til Skála

Hann umboðaði eisini í 2022 og 2023 Skála Ítróttarfelag

Jóannes Hansen
1 tími síðan

Skála Ítróttarfelag skrivar soleiðis í kvøld:

Vit eru fegin um at kunna boða frá, at Marjus Nón hevur skrivað undir ein 2-ára sáttmála við Skála.

Marjus er 22 ára gamal og hevur fingið sína fótbóltsuppaling í NSÍ. Hann spældi við Skála í 2023 og 2024, har hann spældi 57 dystir og skoraði 14 mál. Seinastu tvey kappingarárini hevur hann leikt við B68, og hann hevur eisini umboðað Føroyar á U-21 landsliðnum.

Marjus er ein tekniskt dugnaligur leikari við einum góðum vinstrabeini. Hann er góður til at leggja bóltarnar innfyri, skapa møguleikar og gera mun í álopsspælinum.

– Skála er ein felagsskapur, sum eg kenni væl, og her havi eg góð minnir. Tað kendist tí natúrligt at koma aftur. Eg síggi góðar møguleikar at mennast sum leikari her, og eg gleði meg at geva mítt íkast og hjálpa liðnum at fáa góð úrslit, sigur Marjus.-

Vit gleða okkum at síggja Marjus aftur í appilsingulu troyggjuni og ynskja honum hjartaliga vælkomnum heim til Skála.

Sambært FaroeSoccer hevur Marjus Nón spælt 77 dystir í Meistaradeildini og skorað fimm mál.

Mest lisið hesa vikuna

Vinabondini hildu í 36 ár: Norskar kvinnur hittust aftur við føroyskar vinkonur

5. november kl. 19:45

Nú fara Bústaðir aftur at byggja íbúðir í Havn

6. november kl. 09:27

Løgtingskvinna vil tálma kappbjóðingini tá ið bústaðir verða seldir

Í gjár kl. 09:01

Tveir ungir bilførarar mistu koyrikortið á staðnum

7. november kl. 09:17

Hon var til reiðar at taka sæti á tingi fyri at fella uppskot um fosturtøku

Í gjár kl. 17:23

Lívið er einfalt og ræðuligt: Krígsharrin í Kreml skuldi verið pliktlesnaður

7. november kl. 07:15