Dagført kl. 14.30:
Talið av teimum deyðu í náttúrueldinum við Los Gallardos er aftur hækkað til 12.
Talið varð áður lækkað úr 12 til 11, men sambært regionsleiðaranum Juanma Moreno er talið nú aftur 12, skrivar Reuters.
Talið á fólki, sum ikki eru funnin, hækkað til minst 23.
Tíggju av teimum deyðu eru útlendingar, meðan tann 11. var spanskur ríkisborgari. Tjóðskapurin hjá tí tólvta offrinum er enn ókendur.
Minst 11 fólk hava latið lív, og 19 eru framvegis saknað eftir ein ógvusligan skógareld, sum hóskvøldið kyknaði í Los Gallardos í Almería-landslutinum í suðurspania. Hetta boðar Sur in English frá í dag.
Sambært spansku bjargingartænastuni arbeiða sløkkilið og bjargingarfólk framvegis í økinum, og myndugleikarnir óttast, at talið á deyðum kann hækka.
Meira enn 1.000 fólk eru flutt úr økinum, og fleiri vegir eru stongdir, meðan sløkkingararbeiðið heldur fram.
Umleið 150 sløkkiliðsfólk, saman við hernaðarligu bjargingareindini UME, tyrlum og sløkkingarflogførum, royna at fáa tamarhald á eldinum.
Eldurin breiddi seg skjótt í hitanum, sum hevur verið omanfyri 40 stig í eina tíð. Hetta, saman við turrum gróðri og hørðum vindi kan elva til tílíkar katastrofur.
Sambært myndugleikunum hendu fleiri av deyðsføllunum, tá fólk royndu at rýma í bilum ella til gongu, í staðin fyri at fylgja boðunum um at halda seg innandura. Fleiri vóru eisini funnin í útbrendum bilum.
Fýra fólk eru innløgd við álvarsligum brunasárum, og fleiri onnur hava fingið viðgerð fyri lættari skaðar.
Løgreglan kannar framvegis, hví eldurin kyknaði. Fyribils benda upplýsingar á, at ein niðurdotin háspenningsleiðingur kann hava elvt til eldin.
Skógareldurin er tann álvarsligasti í Andalucía í ár, og myndugleikarnir ávara um, at hitabylgjan og turra veðrið framvegis skapa stóran vanda fyri nýggjum skógareldum.