Ongi úrslit

Mjølnir slapp við hvøkkinum og vann 3-2 á Fleyr

Hondbóltsamband Føroya
13. apríl kl. 10:21

Bónuskappingin, menn:

Fleyr – Mjølnir 2-3 (25-13, 17-25, 21-25, 25-23, 15-17)

Í Bónus steypakappingini hjá monnum spældi Mjølnir í gjár við eld, tá ið Fleyr fekk dystarbólt í fimta setti, men Mjølnir hóraði undan og vann loksins javnbrótaran 17-15.

Var tað hinvegin Fleyr, sum vann javnbróraran, hevði Mjølnir endað á fjórðaplássinum, og hevði tí skula spælt hálvfinalu ímóti føroyameistaranum SÍ, sum hevur vunnið bólkin. Men enn er ikki sloppið hjá Mjølni, tí vinnur Fleyr sær eitt stig í síðsta dystinum ímóti SÍ í morgin, fer Fleyr framum Mjølnir og skal so møta ÍF í hálvfinaluni. Skipanin er, at nr. 1 og 4 møtast í aðrari hálvfinaluni og nr. 2 og 3 í hinari.

Í javnbrótaranum í gjár legði Fleyr betur fyri og legði seg á odda 7-4 og 11-7, men eftir leikbrá vann Mjølnir fimm stig á rað fór  framum 12-11 og fekk eisini dystarbólt við støðina 14-12. Men  við trimum á rað til Fleyr fingu havnarmenn brádliga dystarbólt við støðuna 15-14, sum teir tó ikki gagnnýttu, tí klaksvíkingar vunnu teir næstu tríggjar bóltarnar og settið 17-15. Vuc Ilic gjørdi tað til 16-15 við risablokki, áðenn síðsta smassjið hjá Fleyr fór út av vøllinum, so at Mjølnir vann dystin.

Støðan í bónuskappingini:

Nr.

Lið

Dystir

Settmunur

Stig

1

3

8

9

2

ÍF

4

4

8

3

Mjølnir

4

-2

5

4

Fleyr

3

0

4

5

Ternan

4

-10

1

Ein dystur restar í í bólkaspælinum: Fleyr - SÍ, sum verður spældur í morgin kl. 19.

Hálvfinalurnar verða spældar í Kollafirði leygardagin 18. apríl, og finalurnar við Tjarnir leygardagin 25. apríl.  

Mest lisið hesa vikuna

Hetta má vera dreymaferian hjá nógvum

3. juli kl. 14:22

Leita eftir kvinnu sum framdi grovan harðskap

3. juli kl. 06:48

Ein óvanliga óheppin dagur hjá Strandferðsluni

1. juli kl. 20:44

Brotsverkini í Føroyum gerast álvarsamari

1. juli kl. 13:27

Lótu tvær grindir fara í gjár - vilja ikki drepa bara fyri at drepa

1. juli kl. 10:03

Fosturtøkulóg: Nýggj lóg er komin í gildi eftir 70 ár

4. juli kl. 17:00