Montenegro kann gerast limur í ES í 2028. Tað sigur Marta Kos, ES-nevndarlimur við ábyrgd av víðkanini.
Sambært nýggju frágreiðingini hjá ES-nevndini hevur Montenegro gjørt stór framstig og lokið samráðingarnar um 21 av teimum 35 kapitlunum. Møguliga verða teir seinastu kapitlarnir avgreiddir fyri árslok.
Eydnast tað, kann Montenegro gerast 28. limalandið í ES og tað fyrsta síðan Kroatia gjørdist limur í 2013.
Albania og Moldova nærkast eisini ES. Albania ætlar at enda samráðingarnar í 2027, meðan Moldova miðar eftir at verða liðugt við sínar samráðingar tíðliga í 2028.
Ukraina hevur eisini gjørt framstig, hóast kríggið við Russland og avbjóðingar við rættarskipanini.
Norðurmakedónia hevur framt týðandi nýskipanir, meðan gongdin í Serbia og Bosnia-Hersegovina hevur verið seinni.
Samráðingarnar við Turkaland og Georgia standa hinvegin í stað.
ES-nevndin leggur dent á, at framhaldandi nýskipanir eru avgerandi fyri, nær londini kunnu gerast limir.