Ongi úrslit

Næsta ár kann gjaldið verða 481 krónur hægri

Tórshavnar býráð sigur, at í Tórshavnar kommunu eru eini 800 bústaðir, har eingin er skrásettur at búgva
Áki Bertholdsen
3 tímar síðan

Í ár fingu kommunur, á fyrsta sinni, heimild til at taka tænastugjald fyri bústaðir, har eingin er skrásettur at búgva, ella summarhús, sum tað ofta verður kalla.

Gjaldið er fyri tær tænastur hesir bústaðir fáa fram kommununi, hóast eingin býr í teimum, sum rindar skatt í kommununi.

Í summum kommunum er hetta ein veruligur trupulleiki, tí har eru so nógv tóm hús, sum skulu hava tænastur, hóast eingin býr í teimum, sum rindar skatt í kommununi.

Tað er landsstýrið sum ásetir gjaldið, og tað verðir ásett eftir, hvat tað, í miðal, kostar at hesir bústaðirnir hava vatn, kloakk, og onnur viðurskifti í rættlagi.

Í ár er ásett, at tænastugjaldið kann, í mesta lagi, vera 7.945 krónur fyri hvønn bústað.

Fleiri kommunur hava brúkt hesa heimildina at leggja tænastugjald á tómar bústaðir. Men ein kommuna kann kortini ikki leggja hægri gjald á enn tann veruliga kostnaðin tey hava havt hesum bústøðunum og tí er tað eitt sindur ymiskt, hvussu gjaldið er í ymsum kommunum.

Men ní hevur landsstýrið so ásett at næsta ár kann tænastugjaldið, í mesta lagi, vera  8.426 krónur fyri hvønn bústað.

Tað eru 481 krónur hægri enn í ár.

Mest lisið hesa vikuna

Svikarar hava tømt kontuna hjá minst einum føroyingi

27. sepember kl. 13:41

Tá sporlið stýrir høvdinum

27. sepember kl. 22:21

Løgtingsmaður vil hava at vita hví danskir hermenn hava føroyskt flagg á búnanum

24. sepember kl. 11:51

Fýra fólk skuldsett fyri innbrot - upplýst er tey stjólu einar 160.000 krónur

26. sepember kl. 09:48

Hanus hugsar framvegis um sjúku systrina

26. sepember kl. 15:07

Frá veteranum til nýggjar kreftir: Fimm starvsfólk seta dám á Formula

28. sepember kl. 11:31