Ongi úrslit

Nema vil vaksa í Grønlandi: Stórar fyritøkur longu á kundalistanum

Føroyska KT-fyritøkan Nema styrkir nú virksemið í Grønlandi. Við einari støð í Nuuk ætlar fyritøkan at vinna nýggjar kundar.

© Nema.
Nema vil hava størri part av grønlendska marknaðinum. Heini Hansen fær ábyrgdina av kundasambondunum, nú føroyska KT-fyritøkan fær støð í Nuuk.
Edmund Jacobsen
5 tímar síðan

Føroyska Nema ætlar sær ein størri bita av grønlendska KT-marknaðinum. Við stórum fyritøkum sum Royal Greenland og Nuuk Transport á kundalistanum tekur Nema nú næsta stigið og fær egna støð í Nuuk. Málið er at fáa fatur á enn fleiri grønlendskum kundum.

Tað kemur fram í einari lýsingagrein í grønlendska miðlinum Sermitsiaq.

Stórar fyritøkur á kundalistanum

Nema hevur í fleiri ár selt KT-skipanir til grønlendskar fyritøkur. Millum kundarnar eru Royal Greenland og Nuuk Transport.

Sambært Nema er eftirspurningurin eftir talgildum loysnum í Grønlandi vaksandi.

– Vit síggja stórar møguleikar í Grønlandi og gleða okkum til at byggja víðari á tað, vit longu hava skapt, sigur Gudny Langgaard, stjóri í Nema.

Føroyskur maður fær ábyrgdina

Heini Hansen fær ábyrgd av kundasambondunum í Grønlandi. Hann hevur longu í fleiri ár arbeitt við grønlendsku kundunum hjá Nema.

Nýggja støðin í Nuuk verður skipað í samstarvi við Arctic Print, sum útvegar Nema høli og bústað.

Nema veitir skipanir til millum annað lønir, bókhald, starvsfólkaumsiting og tímaskráseting.

Mest lisið hesa vikuna

Hvussu veit Jenis, at Gud hevur sett Netanyahu?

7. oktober kl. 10:50

Kanna eitt mál um haturstalu ímóti samkyndum

11. oktober kl. 09:14

Suðuroyartunnilin skal vera ótrúliga dýrur áðrenn tað ikki loysir seg

10. oktober kl. 10:59

Biður Jacob Vestergaard sláa kalt vatn í blóðið - annars fær hann krav um endurgjald

10. oktober kl. 15:20

Mín uppliving við heilabløðing og ein áheitan á Løgtingið

11. oktober kl. 17:59

Breyt fleiri rútar á løgreglustøðini

7. oktober kl. 07:44