Ongi úrslit

Nikotinveska: Ógreið rættarstøða verður nú kannað

Nikotinveska til e-sigarettir verður framvegis viðgjørd sum heilivágur, men málið er ikki endaliga greitt.

© Quinten de Graaf / Unsplash
Edmund Jacobsen
6 tímar síðan

Nikotinveska til e-sigarettir er aftur undir somu praksis sum áður. Hon kann ikki bíleggjast á netinum til egna nýtslu, men ferðandi kunnu hava hana við sær til Føroya.

Tað sigur Eyðdis Hartmann Niclasen, landsstýriskvinna í heilsumálum, í svari til Ben Arabo, løgtingsmann.

Netinnflutningur steðgaður aftur

Ógreiðan tók seg upp eftir eina avgerð hjá Kærustovninum í mars 2026. Avgerðin gjørdi tað møguligt at innflyta heilivág, sum varð bílagdur á netinum til egna nýtslu.

Hetta var ikki ætlanin við lógini. Tí samtykti Løgtingið eina broyting, sum aftur avmarkar innflutningin. Nú kunnu ferðandi bert hava heilivág við sær loft- ella sjóvegis.

Rættarstøðan verður kannað

Heilsu- og orkumálaráðið kannar nú, um nikotinveska skal metast sum heilivágur ella tubbaksvøra.

Ráðið væntar at senda Landsapotekaranum svar eftir summarferiuna. Landsstýriskvinnan sigur eisini, at hon ætlar at kanna, um føroyskir brúkarar kunnu fáa lógliga atgongd til slíkar vørur.

Mest lisið hesa vikuna

Leita eftir kvinnu sum framdi grovan harðskap

3. juli kl. 06:48

Hetta má vera dreymaferian hjá nógvum

3. juli kl. 14:22

Ein óvanliga óheppin dagur hjá Strandferðsluni

1. juli kl. 20:44

Brotsverkini í Føroyum gerast álvarsamari

1. juli kl. 13:27

Lótu tvær grindir fara í gjár - vilja ikki drepa bara fyri at drepa

1. juli kl. 10:03

Slapp frá ógvusligum óhappi við smásnuddum

Í gjár kl. 08:30