Dátueftirlitið herðir nú krøvini til nýtslu av auto-complete í teldupostskipanum. Orsøkin er, at eftirlitið í seinastuni hevur fingið fleiri fráboðanir um trygdarbrot, har teldupostar eru sendir skeivum móttakarum.
Økir um vandan fyri álvarsligum trygdarbrotum
Auto-complete goymir nøvn og teldupostadressur hjá teimum, sum brúkarin áður hevur sent teldupost til ella fingið teldupost frá.
Tá brúkarin byrjar at skriva eina teldupostadressu, skjýtur skipanin sjálv upp møguligar móttakarar. Tað økir um vandan fyri, at skeivur persónur verður valdur.
Verður ein teldupostur við persónupplýsingum sendur einum óviðkomandi, er talan um eitt trygdarbrot. Dátueftirlitið vísir á, at avleiðingarnar kunnu vera stórar, serliga tá viðkvæmar persónupplýsingar koma í skeivar hendur.
Áminningar eru ikki nóg mikið
Fyritøkur og stovnar hava millum annað nýtt kunningarátøk og áminningar til starvsfólk fyri at fyribyrgja, at slíkt hendir. Dátueftirlitið metir tó ikki, at hetta er nóg mikið í sær sjálvum.
Dátuábyrgdarar, sum regluliga senda trúnaðar- ella viðkvæmar persónupplýsingar við telduposti, skulu framyvir seta eitt ella fleiri tøknilig tiltøk í verk fyri at minka um vandan fyri, at teldupostar verða sendir skeivt.
Eru tað bert ávísar deildir, sum senda slíkar upplýsingar, kunnu tiltøkini avmarkast til tær.
Freistin er 1. mars 2027
Fyritøkur og myndugleikar fáa tillagingartíð fram til 1. mars 2027. Innan tá skulu tey hava mett um váðan og sett neyðug tiltøk í verk í samsvari við herdu krøvini.