Ongi úrslit

Nógv børn verða ikki liðugt koppsett

19 % av 5 ára gomlum børnum í eini granskingarverkætlan hjá Heilsugranskingareindini í Sjúkrahúsverkinum hava ikki fingið seinnu MFR koppsetingina. Sambært barnakoppsetingarætlanini eigur koppsetingin annars at verða givin, tá børnini fylla 4 ár.

Tíðindaskriv
3 tímar síðan

Granskingarverkætlanin hjá Heilsugranskingareindini fevnir um børn, sum eru fødd í tíðarskeiðnum  2020-2022. Higartil eru 276 børn kannað, og 52 teirra hava ikki fingið seinnu MFR-koppsetingina.  Hetta svarar til sløk 19 %. 

Tølini eru í tráð við niðurstøðurnar í frágreiðing um barnakoppsetingar, sum Heilsustýrið gav út fyrr  í ár. 

Tvær koppsetingar geva bestu verjuna 

MFR-koppsetingin verjir móti meslingum, fárasjúku og reydlingum. Sambært føroysku  barnakoppsetingarætlanini skulu børn koppsetast tvær ferðir við hesi koppsetingini – fyrstu ferð, tá  tey eru 15 mánaðir, og seinnu ferð, tá tey eru 4 ára gomul.  

Flestu børnini í granskingarverkætlanini hjá Heilsugranskingareindini hava fingið fyrru MFR koppsetingina. Fyri at børnini skulu fáa bestu verjuna móti sjúkunum, er umráðandi, at tey eisini fáa  seinnu koppsetingina. Hetta hevur eisini týdning fyri tey børn, ið ikki hava aldur til koppsetingina,  ella ikki kunnu verða koppsett orsakað av sjúku. 

Sjúkur, sum kunnu hava álvarsligar avleiðingar 

Meslingar, fárasjúka og reydlingar eru ógvuliga sjáldsamar sjúkur í Føroyum í dag, tí flestu børn  verða koppsett. Sjúkurnar eru tó framvegis til aðrastaðni og kunnu eisini breiða seg henda vegin – serliga um ov fá børn verða koppsett. 

Í londum, har meslingar annars eru at rokna sum útruddaðir, hevur sjúkan gjørt um seg seinastu  tíðina. Eitt nú hevur eitt stórt meslingaútbrot verið í Svøríki í heyst, sum byrjaði á einum festivali og  breiddi seg skjótt haðani. Í USA hava nógv stór útbrot verið í ár við tilsamans fleiri túsund  smittaðum.  

Hóast meslingar ofta hava eina milda sjúkugongd, so kunnu teir eisini hava álvarsligar avleiðingar.  Meslingar smitta illa og kunnu í álvarsligum førum elva til heilabruna, sum kann hava við sær  varandi heilaskaða og í ringasta føri deyða.

Reydlingar og fárasjúka eru vanliga heldur ikki vandamiklar sjúkur, men fyri ávísar bólkar kunnu  sjúkurnar hava við sær álvarsligar avleiðingar. Reydlingar eru serliga vandamiklir fyri barnakonur,  og fárasjúka kann í ringasta føri raka dreingir og menn eftir kynbúningaraldur meint. 

Mælt verður foreldrum til at kanna, um børnini hava fingið báðar MFR-koppsetingarnar. Um ein  koppseting manglar, ber til at bíleggja tíð hjá kommunulæknanum.  


Mest lisið hesa vikuna

Suðuroyingur við stórum sigri: Rutt Hjelm eigur ársins vínstovu í Danmark

4. november kl. 18:03

Vinabondini hildu í 36 ár: Norskar kvinnur hittust aftur við føroyskar vinkonur

5. november kl. 19:45

Nú fara Bústaðir aftur at byggja íbúðir í Havn

6. november kl. 09:27

Tveir ungir bilførarar mistu koyrikortið á staðnum

7. november kl. 09:17

Lívið er einfalt og ræðuligt: Krígsharrin í Kreml skuldi verið pliktlesnaður

7. november kl. 07:15

Leigunevndin: Útleigari má rinda alt depositumið aftur

5. november kl. 12:30