Norðoya Sparikassi boðar frá, at renturnar verða hækkaðar fyri bæði privat- og vinnukundar.
Broytingin kemur í kjalarvørrinum á, at Danski Tjóðbankin 10. september hækkaði rentuna við 0,25 prosentstigum.
Hetta hevur við sær, at Norðoya Sparikassi nú eisini tillagar sínar rentur. Innláns- og útlánsrenturnar hækka við upp til 0,25 prosentstigum.
Nýggju renturnar koma í gildi 3. november 2026.
Rentuyvirlitið á heimasíðuni hjá Norðoya Sparikassa verður dagført, tá broytingarnar koma í gildi.