Ongi úrslit

Norðurlond herða átøkini: Børn og ung skulu verjast móti nikotinbundinskapi

Norðurlendsku heilsumálaráðharrarnir hava samtykt eina felags yvirlýsing, sum skal verja børn og ung móti nikotinbundinskapi og nýggjum nikotinvørum.

© Heilsu- og orkumálaráðið.
Eyðdis Hartmann Niclasen umboðaði Føroyar á ráðharrafundi í Keypmannahavn, har nikotinbundinskapur, kvinnuheilsa og tryggari atgongd til heilivág vóru millum høvuðsevnini.
Edmund Jacobsen
1 tími síðan

Norðurlond vilja styrkja felags stríðið móti nikotinbundinskapi hjá børnum og ungum. Á einum ráðharrafundi í Keypmannahavn 3. november samtyktu ráðharrarnir eina felags yvirlýsing, har serligur dentur verður lagdur á e-sigarettir og nikotinposar.

Eyðdis Hartmann Niclasen, landsstýriskvinna í heilsu- og orkumálum, luttók á fundinum, har eisini kvinnuheilsa, harðskapur móti børnum, eldraøkið og atgongd til heilivág vóru á skránni.

Føroysk kvinnuheilsuætlan á veg

Kvinnuheilsa var eitt av høvuðsevnunum á fundinum. Landsstýriskvinnan greiddi frá, at arbeiðið við einari føroyskari kvinnuheilsuætlan verður sett í gongd.

Ætlanin skal fevna um fyribyrging, viðgerð, gransking og sjúklingagongdir.

Føroyar vilja eisini styrkja norðurlendska samstarvið um gransking og serfrøði.

Ráðharrarnir umrøddu harumframt, hvussu londini kunnu styrkja arbeiðið móti harðskapi í nærsambondum og tryggja, at børn og familjur, sum verða rakt av harðskapi, fáa hjálp so tíðliga sum gjørligt.

Felags innkeyp skulu tryggja heilivág

Norðurlond hava eisini víðkað samstarvið um felags innkeyp av heilivági.

Finsk og svensk øki kunnu nú gerast partur av samstarvinum millum Danmark, Ísland og Noreg. Næsta stigið verður ætlandi eitt felags útboð av antibiotika til sjúkrahús.

Føroyar eru longu partur av samstarvinum, tí heilivágur verður keyptur umvegis Danmark.

– Fundurin vísti, hvussu nógv vit hava at vinna við at samstarva í Norðurlondum. Vit standa við nógvum av somu avbjóðingunum, og við at deila vitan og finna felags loysnir kunnu vit styrkja bæði heilsu, trygd og lívsgóðsku hjá borgarunum, sigur Eyðdis Hartmann Niclasen.

Mest lisið hesa vikuna

Suðuroyingur við stórum sigri: Rutt Hjelm eigur ársins vínstovu í Danmark

Í gjár kl. 18:03

Stúra fyri at seinasta áin á Argjum nú fer undir asfalt og betong

3. november kl. 09:30

Nógvar grýlur og nógv full fólk í Havn í nátt

1. november kl. 09:29

Ung sangkvinna við serstakum gávum fær fíggjarligan stuðul

3. november kl. 13:59

Eini 2.000 útlendingar kunnu skjótt fáa varandi uppihaldsloyvi í Føroyum

2. november kl. 12:00

Vinabondini hildu í 36 ár: Norskar kvinnur hittust aftur við føroyskar vinkonur

22 tímar síðan