Ongi úrslit

Norðurlond seta lesiførleikar og trivnað og vitlíki á breddan

Bárður á Lakjuni leiddi viðgerðina av málinum á skránni um møguleikanum fyri, at Skotland kann knýtast at norðurlendsku útbúgvingarskránni Nordplus

Mentamálaráðið
1 tími síðan

Bárður á Lakjuni, landsstýrismaður í mentamálum, hevur luttikið á fundi í Norðurlendska ráðharraráðnum fyri útbúgving og gransking (MR-U) í Keypmannahavn. Fundurin var liður í danska og føroyska formansskapinum í Norðurlendska ráðharraráðnum í 2026.

Eitt av høvuðsmálunum á fundinum var at umrøða fakligu førleikarnar hjá næmingum við støði í nýggju PISA-úrslitunum. Serligur dentur varð lagdur á lesiførleikar, lesihug, trivnað og tær avbjóðingar, sum skúlaverkið stendur framman fyri í einum alsamt meira talgildum samfelagi.

Landsstýrismaðurin legði dent á týdningin av at styrkja lesimentanina og skapa umstøður, sum fremja hugsavnan, forvitni og læring hjá næmingunum. Í hesum sambandi vísti hann eisini á føroysku ætlanina um at fáa fartelefonir úr fólkaskúlanum frá 1. januar 2027.

Nýtslan av vitlíki í undirvísingini var eisini eitt týðandi evni í hesum orðaskiftinum, sum danski professarin Ole Sejer Iversen, hevði eitt upplegg til. Landsstýrismaðurin vísti á føroysku vitlíkisstrategiina, Vitlíki við skili, og týdningin av, at vit gagnnýta teir møguleikar, sum nýggja tøknin gevur okkum, samstundis sum vit tryggja eina skynsama og ábyrgdarfulla nýtslu.

Bárður á Lakjuni leiddi viðgerðina av málinum á skránni um møguleikanum fyri, at Skotland kann knýtast at norðurlendsku útbúgvingarskránni Nordplus.

Á fundinum varð harumframt umrøtt, hvussu norðurlendska granskingar- og nýskapanarsamstarvið kann styrkjast. Landsstýrismaðurin legði í hesum sambandi dent á, at eisini smærri granskingarumhvørvi skulu hava góðar møguleikar at taka lut og geva sítt íkast.

Ráðharrarnir undirskrivaðu eina felags yvirlýsing um at styrkja samstarvið innan kvantutøkni við málsetninginum um, at Norðurlond skulu vera millum tey fremstu í heiminum á hesum øki. Eitt styrkt samstarv kann skapa nýggjar møguleikar hjá føroyskum granskarum at taka lut í granskingarumhvørvum í hinum Norðurlondunum.

Í einari tíð, sum er merkt av altjóða óvissu og stórum tøkniligum broytingum, legði landsstýrismaðurin dent á týdningin av, at Norðurlond standa saman, læra av hvørjum øðrum og styrkja samstarvið innan útbúgving, gransking og nýskapan.

 

Mest lisið hesa vikuna

Hon man vera heimsins djarvasta kvinna

Í gjár kl. 13:17

Hetta fari eg aldrin at góðtaka: Alt skal, við djevulsins valdi og mátti flytast úr Vági

Í gjár kl. 17:06

Rúni samlar pengar til stórlið í Hoyvík

24. november kl. 21:03

SEV: Stór príshækking á streymi næsta ár

26. november kl. 08:56

Meldaðu mann fyri at skjóta ólógliga - men tað gjørdi hann ikki

23. november kl. 08:14

Ferðsluóhapp tí at bilførarin var blendaður av sólini

22. november kl. 09:20