Ongi úrslit

Norra fær nýggja stjórn

Eftir at Erna Solberg hevur verið forsætisráðharrakvinna í átta ár, so sær tað út til, at tað verður eitt maktskifti í Norra. Nýggjur forsætisráðharri verður eftir øllum at døma Jonas Gahr Støre

Sigurjón Einarsson
14. sepember 2021 kl. 10:28

Eftir at hava sitið við maktini í átta ár, so viðurkendi sitandi forsætisráðharrakvinnan og forkvinnan í Høgraflokkinum, Erna Solberg, í gjárkvøldið, at tey høvdu tapt valið.

Nýggjur statsleiðari í Norra sær út til at verða leiðarin fyri Arbeiðaraflokkin, Jonas Gahr Støre.

– Vit hava bíðað, vit hava vónað og arbeitt hart fyri tí. Og nú kunnu vit endiliga siga: “Vit megnaðu tað”, segði Jonas Gahr Støre, tá hann helt røðu í veitsluhaldinum hjá flokkinum.

– Vit høvdu eitt mál, ið var týdningarmiklari enn alt annað: Eina nýggja stjórn. Alt týðir nú á, at vit megnaðu hesum málinum í kvøld, segði hann í røðuni í gjárkvøldið.

Stutt frammanundan helt forsætisráðharrakvinnan, Erna Solberg, røðu í veitsluhaldinum hjá Høgraflokkinum, har hon viðurkendi ósigurin á valinum.

– Vit vistu, at vit høvdu brúk fyri einum undurverkið, fyri einum triðja tíðarskeiði, men tað eydnaðist ikki, segði Solberg.

– Eg eri errin av øllum tí, vit hava skapt saman, men sum úrslitið sær út, so hevur veljarin talað, at ein annar meiriluti skal leiða landið. Meirilutin hjá Høgraflokkinum er av á hesum sinni, segði skjótt fyrrverandi forsætisráðharrakvinnan í Norra, Erna Solberg.

Mest lisið hesa vikuna

Føroysk sparibússa funnin á Jan Mayen - eftir 57 ár

24. august kl. 08:20

Ben Arabo og Fróði Magnussen »skíta á serfrøðina«

26. august kl. 12:18

Løgtingslimir vilja sleppa at skjóta kóp - teir flokka hann sum skaðadjór

27. august kl. 11:45

Aron er á veg til Skotlands

24. august kl. 19:01

Veðrið

23. august kl. 15:29

Skipanes er handað Smyril Line

25. august kl. 13:28