Hósdagin í seinastu viku fekk Norröna fyri fyrstu ferð landstreym í Seyðisfirði.
Verkætlanin við landstreymi er gjørd í samstarvi við Múlaþing kommunu, sum hevur staðið fyri arbeiðinum á landi. Føroyska fyritøkan ETV hevur sniðgivið og staðið fyri arbeiðnum at leggja landstreym umborð á Norrönu.
Bæði Eyðun Hansen, stjóri á ETV, og Heðin Mortensen, maskinstjóri umborð á Norrönu, vóru í Seyðisfirði, tá skipanin varð tikin í nýtslu, og teir báðir lata sera væl at, sigur Smyril Line í tíðindaskrivi.
Úrslitið av landstreyminum er, at nú kann Norrönu sløkkja hjálpimotorarnar, meðan hon liggur við bryggju á Seyðisfjørði. Har liggur hon nokk so eingi, so tilsamans verður mett, at hetta sparir Norrønu fyri 7-8 tons av olju um vikuna. Tað svarar til at CO₂-útlátið minkar umleið 22-26 tons um vikuna.
Samstundis minkar luft- og ljóðdálkingin munandi, tí tá ið ljósmotorarnir eru sløktur, er heldur eingin motorlarmur, ongar ristingar og einki útlátið.
Hetta gevur betri umstøður bæði umborð og hjá fólki, sum búgva og arbeiða har um vegir.
Tað skal stórur stikkari til
– Verkætlanin vísir, hvat kann røkkast, tá myndugleikar, havn, reiðarí og veitarar arbeiða saman um ítøkiligar loysnir, siga tey á Smyril Line.
– Vit á Smyril Line eru sera takksom fyri góða samstarvið við Múlaþing kommunu og ETV“ sigur Jens Meinhard Rasmussen, forstjóri í Smyril Line.
Landstreymur er partur av arbeiðinum hjá Smyril Line at minka um umhvørvisárinið frá virkseminum og menna burðardyggan sjóvegis flutning í Norðuratlantshavi, siga tey.