Í sambandi við 100 ára hátíðarhaldið hjá Reyða Krossi Føroya varð ein serstakur bonkur mentur og vístur fram undir Landsinnsavningini 31. oktober.
Nú ber til hjá kommunum, stovnum, fyritøkum og einstaklingum at bíleggja Reyðakrossbonkin.
Ætlanin við bonkinum er at gera ein bonk, sum bæði kann brúkast at sita á og sum eisini ber ein boðskap um samveru og nærveru. Bonkurin kann standa við gongugøtur, á almennum økjum, uttan fyri stovnar, í gørðum ella aðrastaðni, har fólk kunnu bukka beinini og hvíla seg - og vera saman.
Á bonkinum stendur: Til sess - til samveru - til svøvn - til sjón - til skjól - til stuttleika
Tað er Elin P. Andreasen hjá Novus, sum hevur sniðgivið bonkin og hann er gjørdur á Havnar Træsmiðju. Hann er ætlaður bæði til innandurabrúk og uttandurabrúk og er gjørdur úr góðum tilfari fyri at halda leingi.
Beinkirnir verða gjørdir eftir bílegging. Hann kostar 30.000 krónur við mvg, men keypir nakar tríggjar benkur, ella fleiri, Alt avlopið av søluni fer til hjálpararbeiðið hjá Reyða Krossi í Føroyum og úti í heimi.