Hendan dagin sendi Akstovan løgregluni á fleiri hundrað bileigarum, sum ikki hava rindað vegskatt og umhvørvisgjald fyri seinna hálvár ár ár.
Sostatt eru tað 629 bilar kring landið, sum nú fara at missa pláturnar hesa næstu tíðina, so hvørt løgreglan kemur fram á teir.
Treytirnar eru greiðar og tær eru, at kemur løgreglan eftir einum bili, sum skal missa pláturnar, og eigarin ikki hevur kvittan fyri, at skuldin er goldin, verða pláturnar tiknar.
Og nú er løgreglan so farin at arbeiða seg ígjøgnum listan. Tey siga, at í nátt hevur løgreglan tikið pláturnar av 15 bilum í Havn og norðan fyri, og áður hava tey eisini verið og tikið plátur.
Áheitanin frá løgregluni á bilførarar er at kanna um skuldin er goldin. Og er hon ikki tað, er at fáa tað avgreitt og at boða frá, so tað slepst undan at koma til ein bil við ongum plátum ein morgun í næstu framtíð.