Løgreglan í Føroyum hevur nú eisini fingið eina serliga skipan sum ger tað nógv lættari at finna fólk, sum eru í neyð.
Hetta er ein skipan ið kallast Advanced Mobile Location, ella AML. Hetta er ein skipan, sum løgreglan í Danmark hevur havt í nøkur ár, men nú hevur løgreglan í Føroyum eisini fingið hana.
Hetta kann vera ein sera hent skipan í ein neyðstøðu har fólk ringja 112 á alarmsentralin og ikki vita hvar tey eru, ella ikki fáa sagt hvar tey eru.
Talan kann vera um fólk, sum meiðslað seg í einum ferðsluóhappi, ella hjá fólki, sum koma í óføri í fjøllunum.
Men fyri at skipanin skal virka, skulu tey, sum hava telefon, stilla hana inn til skipanina.
Løgreglan sigur, at í Føroyum virkar skipanin ikki heilt til fulnar, tí vit hava ikki so nógvar samskiftir mastrar kring landið, men nógva staðni virkar tað, og í øllum førum kann tað geva løgregluni eina góða ábending.
Allar nøkunlunda nýggjar iPhone hava skipanina og nýggjari, hava hesa skipanina og tað sama er galdandi fyri Samsung.
Vitlíki sigur, at soleiðis kunnu telefonirnar stillast til AML
Og soleiðs verður ein iPhone stillað
