Í dag verður sjøtul settur á ítróttar- og rørsluvikuna, sum ÍSF, Heilsumálaráðið og Heilsustýri, skipa fyri
Tey siga í tiðindaskrivi í morgun, at yvir 140 arbeiðspláss eru við í Ítrótta- og rørsluvikuni har endamálið er at eggja øllum føroyingum til at røra seg.
Men eru tað fleiri, sum hava hug at vera við, er bara at siga frá, siga tey.
Hetta er fyrstu ferð, at skipað verður fyri einum tiltakið, sum hesum og endamálið er, at tilsamans skulu tey ganga og renna 1.291.557 kilometrar, sum er øll tann føroysku strandarlinjan.
Tað kann gerast við, at arbeiðsplássini seta sær mál sum at renna ella ganga kring Nólsoynna, Eysturoynna ella kanska allar Føroyar.
Ein máti er, at starvsfólk ganga til arbeiðis, fara ígjøgnum trappurnar heldur enn í lyftuna og kanska fara ein túr í døgurðatímanum. Tað kann eisini vera við smáum rørsluskáum upp á 2-4 minuttir nakrar ferðir um dagin.
– Øll rørsla hesa vikuna verður síðani skrásett og roknað um til metrar, siga tey og tá ið vikan er av, verður alt talt saman.