Ongi úrslit

Nú fara tey aftur í sigling - men støðan er framvegis ógvuliga óviss

TJaldrið, vinstrumegin, og Brimil, liggja bæði. og tað er ikki nøktandi. Myndina tók Birgir Waag Høgnesen
Áki Bertholdsen
19 minuttir síðan

Nú hava bæði vaktar- og bjargingarskipini, Brimil og Tjaldrið, ligið við bryggju í langsamiliga tíð. Brimil skuldi hava umvælingar, men Tjaldrið fekk maskinbrek.

Men Bárður á Steig Nielsen, landsstýrismaður sigur, at nú verða bæði skipini klár at seta í sigling aftur fyrsta dagin.

Hann sigur, at eykalutirnir, sum skuldu umborð á Tjaldið, vórðu seinkaðir fyri veður, men nú verða tær umvælingarnar eisini lidnar.

Men støðan er framvegis óviss, tí Brimil skal longu aftur í dokk um eitt gott hálvt ár.

Hendir einki óvæntað afturat, vera skipini tøk fram til august næsta ár, sigur Bárður á Steig Nielsen Í seinnu helvt í august skal ymisk útgerð á brúnni á Brimli, skiftast og hetta fer at taka einar átta vikur vikur, ella tveir mánaðir.

Og samstundis minnir hann eisini á, at hóast ein partur av útgerðini í maskinrúminum á Tjaldrinum nú verður skiftur, er kortini ein stórur partur av maskinunum eldri enn 50 ár, og tí kann vissa ikki veitast fyri, at einki brek verður næstu tíðina sigur hann.

Røddir hava eisini verið frammi um at úveita fiskiveiðieftirlitið til onnur at fremja. Men tað er landsstýrismaðurin ikki við uppá, hvørki at útveita eftirliti á landi ella á sjógvi.

– Lógarheimild er heldur ikki fyri, at onnur enn tey hjá Vørn hava eftirlit við fiskiskapi og tí virksemi, sum er knýtt at fiskiskapi

Mest lisið hesa vikuna

Suðuroyingur við stórum sigri: Rutt Hjelm eigur ársins vínstovu í Danmark

4. november kl. 18:03

Vinabondini hildu í 36 ár: Norskar kvinnur hittust aftur við føroyskar vinkonur

5. november kl. 19:45

Nú fara Bústaðir aftur at byggja íbúðir í Havn

6. november kl. 09:27

Tveir ungir bilførarar mistu koyrikortið á staðnum

7. november kl. 09:17

Løgtingskvinna vil tálma kappbjóðingini tá ið bústaðir verða seldir

Í gjár kl. 09:01

Lívið er einfalt og ræðuligt: Krígsharrin í Kreml skuldi verið pliktlesnaður

7. november kl. 07:15