Ongi úrslit

Nú fer býráðið at viðgerða trætuna við Jacob Vestergaard

Lagt er upp til stríð ímillum Tórshavnar býráð og landsstýrið um atløguplássini hjá Strandferðsluni
Áki Bertholdsen
52 minuttir síðan

Tað fer ikki óátalið aftur við borðinum í Tórshavnar býráði, at Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í samferðslumálum, hevur lagt uppskot fyri Løgtingið um at skipni hjá Strandferðsluni ikki longur skulu rinda nøkur gjøld til tær havnir sum tey brúka, hvørki havnagjald, brúgvagjald ella vørugjald.

Verður tað sett í verk, fer tað at kosta Tórshavnar Havn sjey milliónir í inntøku.

Áður hevur Annfinn Brekkstein, býráðslimur fyri Sambandsflokkin, alment heitt á landsstýrismannin um at taka málið aftur. Og tað sama hava partamenninir hjá landsstýrismanninum í Fólkaflokkinum í Tórshavnar býráði, gjørt.

Men í morgin hevur Havnanevndin hjá býráðnum eisini havt fund um málið og nú seinnapartin er alt býráðið kallað saman til eykafund um støðuna.

Býráðið vísir á, at í 2005 gjørdu Tórshavnar havn og Strandferðslan eina skrivliga avtalu um vøru- og skipagjøld fyri skip í innanlands sigling.

Í 2009 legði sami landssýrismaður, sum tá var fiskimálaráðharri, at kalla sama uppskot fyri løgtingið um at strika havnagjaldið, men tá umfataði tað ikki brúgvagjøld og vørugjøld.

Tá segði Innlendismálaráðið at uppskotið var heft við álvarsligum løgfrøðisligum trupulleikum og mátti metast at vera ognartøka eftir grundlógini - og tey søgdu eisini, at varð tað sett í verk, kom landsstýrið undir endurgjald til Tórshavnar Havn.

Úrslitið var, at landsstýrismaðurin tók málið aftur, men nú er tað so lagt fram aftur.

Leygardagin segði Heðin Mortensen, formaður í Havnanevndini í Tórshavnar Býráð, at verður hetta sett ú verk, fer Tórshavnar Havn at senda landsstýrinum krav um endurgjald.

Hann sigur eisini, at ger samgongan álvara av ætlanini, kunnu tey koma í ta støðu, at tey ikki longu kunnu tryggja Strandferðsluni fast pláss í Tórshavnar Havn. Avleiðingin kann vera, at Smyril, ella Ternan enda á Sundi, ella í Kollafjørði - ella á Gomlurætt sum Landið eigur.

Les meiri um tað her: Biður Jacob Vestergaard sláa kalt vatn í blóðið - annars fær hann krav um endurgjald

Mest lisið hesa vikuna

Hvussu veit Jenis, at Gud hevur sett Netanyahu?

7. oktober kl. 10:50

Suðuroyartunnilin skal vera ótrúliga dýrur áðrenn tað ikki loysir seg

10. oktober kl. 10:59

Biður Jacob Vestergaard sláa kalt vatn í blóðið - annars fær hann krav um endurgjald

Í gjár kl. 15:20

Kanna eitt mál um haturstalu ímóti samkyndum

Í gjár kl. 09:14

Breyt fleiri rútar á løgreglustøðini

7. oktober kl. 07:44

Mín uppliving við heilabløðing og ein áheitan á Løgtingið

17 tímar síðan