Heilt frá upphavi hava sól og væta verið grundleggjandi fyritreytir fyri lívi yvirhøvur, og vindbløkini hava líkasum reinsað okkum luftina so hóskandi. Í øldir livdu vit í pakt við hesar veruleikar - íkomnir við Creatio. Skapanini. Síðan komu rákini, ið hvestu vitið, vísindin tók seg fram, og menn og kvinnur fóru undir at granska í framtíðarmøguleikum. At dyrka fram úr jørðildinum nýggjar veruleikar kravdi hugflog, hepni og køkingar. Ljósperan var eitt av mongum úrslitum, og um tað var Thomas Edison ella Joseph Swan sum fyrstur kveikti ta glóðina, var fyri eftirtíðina líkamikið. Hetta var tað søguliga lopið - paradigmuskiftið - par excellence. Gingin eru smá hálvt annað hundrað ár síðan ravmagnið avloysti sólina, kolurnar og kertiljósini.
Okkurt ljóst høvd í Føroyum hevði varnast revolutionerandi rákini úti í heimi, og jóansøkudag í 1894 var fólkafundur í Mannafellsdali. Fundarstaðurin var heygurin, har teir fornu sigast vera grivnir. Frammanvert er fløtan, har bardagin stóð. Áleið 5 hundrað fólk vóru samankomin, og brádliga koma tvey fólk á rossabaki norðaneftir. Maður og kona. 28 ára gomul bæði. Maðurin var bert 56 ára gamal, táið hann fór foldum frá, men kortini gjørdist hann í samtíðini kendur sum bóndi, reiðari, keypmaður, politikari og hugsjónarmaður. Nú er standmynd sett av Ólavi bónda á Heygum í heimbygdini Vestmanna, við Fossá, hvørs fossamegi hann ætlaði at temja til ravmagn.
Hugsjónarmenn hava oftast tann eginleika, at teir á leiðini fram, áratíggju frammanfyri sína tíð, festa í íhaldnan mátt - konservatisman er okkum íborin – og tað gjørdi Ólavur í ólukkumáta. Hann dró uppá seg øvundarmenn, og helst gjørdi ravmagnsmálið honum mesta meinið. Stutt eftir aldarmótið - 18/1900 - hevði hann fingið íblástur á handilsferðum í Noregi og í Svítjóð, og at rákið hevði borið við, sæst eisini í greinum í Búreisingi í 1902, har ið annar stórur hugsjónarmaður, Rasmus á Háskúlanum, skrivar fleiri greinar um elektrisitetina, sum hann rópar fyribrigdið. Ólavur og Jampan gjørdu eitt átak í Fossá í 1907, men sambært bókahandriti, sum enn ikki er alment, sæst, at lív Ólavs, hóast hugbjartur, eftir hetta í stóran mun gjørdist ein líðingargonga fram ímóti lívskvøldinum. Hann doyði líka so nektaður sum hann kom inn í hendan heimin, men hugsjónir hansara vóru harfyri ikki køvdar. Tí er standmyndin í Vestmanna honum so søtliga uppiborin.
Sovjetsamveldið kom og fór, men hann, ið stóð á odda fyri byltingini hjá bolsjevikkum, Vladimir Ilyich Ulyanov, róptur Lenin, var so sannførdur um, at framburðurin kom úr ravmagninum, at meginherróp hansara var: ”Kommunisma merkir tað sama sum, at valdið verður miðsavnað í sovjettunum og at alt landið skal elektrifiserast.”
Uttan ravmagn so at siga ongin menning.
Tað sama hava menn hugsað í Føroyum. Hugsjónin um at temja fossamegina í Fossá - og konvertera hana til ravmagn - hvarv ikki við Heygabóndanum, og fyri 80 árum síðan tóku kommunur í Streymoy, Eysturoy og Vágum seg saman í millumkommunala elektrisitetsfelagið SEV. Eftir nógvar millumrokningar, nógv knúgvafeitt brúkt í samráðingum og eina øgiliga arbeiðandi kopsmegi, bar tað til hjá landsstýrismanninum Hákuni Djurhuus, hin 5. mai í 1954, at kvetta snórin soleiðis, at Fossáverkið í Vestmanna kundi takast alment í nýtslu.
Hendan dagin yrkti gjáarmaðurin, politikarin og landsrættarsakførarin Sigurð Joensen SEV heiðurskvæði, sum endar soleiðis:
Ein slíkur máttur, sum sólin hevur,
eitt ljós so bjart, sum tað sólin gevur,
tað finst í fossi, sum frælsur streymar
í bláan sjógv uttan bond og teymar –
at temja, venda tí fossamagni
til ljósins keldu at fólksins gagni,
at fáa fossin í fólksins vald,
tað kravdi mentan og samanhald.
Men nú er vunnið tað megnarverk –
nú tænir ljóskeldan okkum sterk.
Og snarar tú kontaktini,
og stovan verður bjørt,
og sært tú bjarta bygdina,
sum áður var svørt,
tá er tað eitt undur tú skoðar.
Tað er ein hurð ið gloppast, eitt framtíðarlag
hjá føroyingum at fylgja til ein ljósari dag,
nú Fossá um oyggjarnar logar.
Elektrifiseringin av Føroyum er ivaleyst størsta hending í landinum nakrantíð, og framtøkan síðan, til eitt nýmótans vælferðarsamfelag, hongur neyvt saman við gongdini og menningini í ravmagnsmálinum. At man frá byrjan knæsetti samhaldsfesti í gjaldsskipanina var kanska virðismesti vinningurin - frá ytstu mørkum inn á miðju tjóðarinnar.
So nýtt er hetta ravmagnsfenomenið, at bert trý ár fyri at eg var borin inn í hendan heimin, byrjaðu teir at leggja ravmagn inn í hús um okkara svæði. Í Syðrugøtu, har eg vaks upp tey fyrstu árini, goymdu fólk húsarhaldsvørur í frystiboksum í hinum nú niðurbrenda Turkihúsinum, og modernaða omma mín, sum altið skuldi vera fyrst við tí síðsta, fekk í 1961 tað fyrsta kombineraða køli/frysti-skápið í bygdini. Bráðliga ein fagran summardag stendur ein stórur kassi í túninum. Smátt um smátt legst til við forvitnum fólki, sum í spenningi bíðaði eftir, hvat ið goymdi seg í hesum bulmikla og vanvart eyðmerkta kassanum. Onkur helt kanska, at hetta var standmyndin í Dánjals bók. Undir øllum umstøðum var hetta opinberingin um tað sum koma skuldi, nú grundarlagið, ravmagnið, gjørdi hetta húsarhaldslopið møguligt.
Við Skálafjørðin var tað Skipasmiðjan á Skála sum tók sær av installatiónunum. Oluf Djurhuus, Karl Guttesen og Marius Davidsen tóku sær fyri tað mesta av hesum. Einaferð á leiðini komu teir inn til abba mín á Langanesi. Í Føroyum kendur sum Napoleon á Glyvrum. Karl Guttesen greiddi frá, at húsini sýntust vera nýmálað og hartil vóru tey lakerað innan. Hann sá beinanvegin avbjóðingar við loftslistum og geriktum, og hann ivaðist í um tað fór at bera til at fjala stálrørini, sum teir framvegis nýttu. Avbjóðingarnar oyðiløgdu honum akkordina, men tað sum hann mintist best av Langanesi, var táið abbi mín kom til hús vásaklæddur og í klovstivlum. Hann settist á beinkin, tveitti beinini fram á gólvið og so hálaði arbeiðskonan sum tað mest sjálvsagda stivlarnar av honum. Ein onnur tíð má sigast. Meðan fluguskápini hýstu onkrum, var tað eisini soleiðis um okkara leiðir, at húsarhaldini leigaðu frystiboksir á flakavirkinum Lynfrost. Um okkara leiðir var tað annars soleiðis, at rættiliga leingi var tað bert eitt húski sum átti vaskimaskinu. Fyrimunurin var eyðsýndur, og sum fráleið leigaðu onnur seg til at brúka hana. Sagt verður, at tað var vanlig sjón í Heiðunum, at síggja menn við hesi einu vaskimaskinuni í fetili á bakinum, gangandi millum húsa, sum teir høvdu leigað til eitt vask ella bæði tvey hjá konuni. Eisini tann tiðin er farin.
Nú er Føroya mest vitali stovnur 80 ára gamal. 10 ár eldri enn hann, sum hevur orðið í løtuni. Ikki fyrrenn streymslitini, tíbetur alt meiri sjáldan, káma fyri sjón okkara, varnast vit veruliga, hvat ið hetta er fyri høpi, sum vit, allir føroyingar, eiga í felag og hátíðarhalda í dag.
Tey fyrstu 80 árini fáa vit nú onki gjørt við, ella sum týski Nobelvinnarin, Günter Grass, tók til, tá hann varð konfronteraður við sína ivasomu fortíð: „Søgan, ella rættari søgan vit siga, er sum ein tipt kumma, líkamikið hvussu vit skola niður, verður trekkurin liggjandi í klússinum.“ Ella sum maðurin tók til, táið hann hevði klovið køksborðið við sagini: „Sagað er sagað!“
Tað, ið einaferð kendist sum gandur, er í dag ein sjálvsøgd undirstøða hjá øllum. Bara black-outini minna okkum á alternativið. Harfyri eiga vit ikki at sita á hondunum. Stýri og leiðslur eiga ikki at kynda meiri undir afturpartin á taburettunum, enn at felagsskapurin støðugt er í broddi fylkingar. Tí má hann eisini reformerast í konstruktiónini soleiðis, at hann stútt og støðugt stendur í mun til samtíðina, fyri ikki at siga, at hann er væl frammanfyri sína tíð. Gamlir bygnaðir fúna og foykjast, tí eiga eigararnir at stuðla undir ábøtur í tíðini sum kemur.
Stóra uppgávan er og verður at loysa føroyska orkutørvin frá lívrunnum brennievnum, sum eisini eru og vera ein fíggjarlig sleggja. Stóru tøkini liggja tí í vatni, vindi, sól, sjóvarfalli og kanska kjarnorku.
”Tað finst ein drívmegi, sum er treystari enn guva, ravmagn og kjarnorka: - Tað er viljin”, soleiðis tók Albert Einstein einaferð til. Ein maður úr bygdini, har ið ravmagn fekst úr fossamegini sigur tað soleiðis: ”Viljin er sterkasta svørðið, bítur á harðasta stál. Vónin er bjartasti brandur, lýsir tær veg fram á mál.” Næstu 80 árini skal bæði vilji og vón til, men vit, sum í løtuni umboða samhaldsfasta eigaraskaran, eiga at skipa soleiðis fyri, at eisini tey næstu ættarliðini standa á somu lunnum sum ættarliðini, ið undan eru farin, løgdu okkum at standa á.
Fyri Kommunufelagið fari eg við hesum orðum at ynskja orkufelagsskapinum SEV hjartaliga til lukku við teimum fyrstu 80 árunum. Samhaldsfasti felagsskapurin sum alt samfelagið stendur á í 365 X 24 tímar um árið, og sum onkur einaferð tók til: ”Sløkk SEV og tú sløkkir samfelagið.”
Mátti framtíðin veri okkum munagóð.