Ongi úrslit

Nú kunnu lesandi forvinna meira

Lesandi kunnu forvinna 10.000 kr. meira um mánaðin, áðrenn mótrokning verður gjørd í lestrarstuðlinum, og gevur hetta teimum lesandi eitt størri fíggjarligt rásarúm, og betri møguleika at tillaga arbeiðið við atliti at lestrinum

mmr.fo
Í gjár kl. 21:58

Fyri at gera tað lagaligari hjá lesandi at lesa og virka í Føroyum, verður inntøkuloftið fyri lestrarstuðul hækkað við 10.000 kr. mánaðarliga, áðrenn lestrarstuðulin verður inntøkujavnaður. Á henda hátt fara lesandi at hava størri fíggjarligt rásarúm ta tíðina, tey eru undir lestri.

Í dag kunnu lesandi forvinna upp til 20.000 kr. um mánaðin í miðal, roknað yvir eitt tíðarskeið upp á í mesta lagi 12 mánaðir, uttan at studningurin verður lækkaður. Fer mánaðarliga miðalinntøkan upp um 20.000 kr., verður studningurin lækkaður. Fyri hvørjar 1.000 kr., sum miðalinntøkan fer upp um markið, verður mánaðarligi studningurin lækkaður við 10%.

Løgtingslógin um lestrarstuðul kom í gildi tann 1. august 2007, og tá var inntøkumarkið 10.000 kr. Inntøkumarkið varð síðani broytt í 2012 frá 10.000 kr. til 20.000 kr., men síðani tá er tað ikki broytt, hetta hóast bæði lønir og prístal eru hækkað munandi í hesum tíðarskeiðinum.

Fyri at taka atlit til hesa gongd, verður inntøkumarkið nú hækkað úr 20.000 kr. til 30.000 kr. um mánaðin. Lesandi kunnu sostatt forvinna 10.000 kr. meira um mánaðin, áðrenn mótrokning verður gjørd í lestrarstuðlinum, og gevur hetta teimum lesandi eitt størri fíggjarligt rásarúm, og betri møguleika at tillaga arbeiðið við atliti at lestrinum.

Mest lisið hesa vikuna

Svikarar hava tømt kontuna hjá minst einum føroyingi

27. sepember kl. 13:41

Hetta kundi enda heilt galið á Argjum

16 tímar síðan

Tá sporlið stýrir høvdinum

27. sepember kl. 22:21

Hanus hugsar framvegis um sjúku systrina

26. sepember kl. 15:07

Fýra fólk skuldsett fyri innbrot - upplýst er tey stjólu einar 160.000 krónur

26. sepember kl. 09:48

Løgtingsmaður undrast á at landsstýrisfólk ferðast so nógv uttanlands

Í gjár kl. 09:09