Ongi úrslit

Nú skal Sambandsflokkurin virka fyri føroyskum limaskapi í ES

Tað kann ikki verða fiskivinnan, sum forðar okkum í at søkja um limaskap í ES, heldur løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin

Áki Bertholdsen
15. mars 2025 kl. 15:18

Nú eiga føroyingar av álvara at fara at hugsa um at fáa limaskap í ES. Tað heldur Johan Dahl, tingmaður fyri Sambandsflokkin.

Á landsfundinum hjá flokkinum í dag harmaðist hann um, at føroyingar ikki so mikið sum tora at umrøða føroyskan ES limaskap.  

Sjálvur heldur hann, at tað er ótrúliga týdningarmikið fyri Føroyar, at vit verða limir í ES. – Men tað skal sjálvandi vera ígjøgnum ríkisfelagsskapin, segði Johan Dahl.

Verða vit limur í ES, fáa vit atgongd til allan ES marknaðin og allar teir møguleikarnar, tað gevur einum lítlum landi sum Føroyar, heldur hann.

Hjá nógvum føroyingum er vandin fyri at missa ræðið á okkara fiskivinnu tann størsta forðingin fyri ES-limaskapi.

Hesum er Johan Dahl slett ikki samdur í. Hann nevnir í nógvum førum er okkara fiskiskapur bygdur á avtalur við onnur lond, og hann sigur, at tað er eitt samstarv sum gongur væl.

– Tað einasta, sum ikki gongur væl, er fiskiskapurin á føroyska landgrunninum - og tað er eisini tann einasti parturin av fiskiskapinum, vit umsita sjálvi.

Johan Dahl sigur, at fiskiskapurin á føroyska landgrunninum er nevniliga í skeljasori eftir 25 ár við eini fiskidagaskipan, so tað kann ikki vera hetta, sum forðar føroyingum í at verða limur í ES.

Fyri Føroyar er vinningurin við einum ES limaskapi munandi størri enn tað er at standa, sigur Johan Dahl. Tí er tað eisini hansara vón, at føroyskur ES limaskapur er eitt mál, Sambandsflokkurin nú fer at virka fyri.

Mest lisið hesa vikuna

Suðuroyingur við stórum sigri: Rutt Hjelm eigur ársins vínstovu í Danmark

4. november kl. 18:03

Stúra fyri at seinasta áin á Argjum nú fer undir asfalt og betong

3. november kl. 09:30

Vinabondini hildu í 36 ár: Norskar kvinnur hittust aftur við føroyskar vinkonur

5. november kl. 19:45

Ung sangkvinna við serstakum gávum fær fíggjarligan stuðul

3. november kl. 13:59

Nú fara Bústaðir aftur at byggja íbúðir í Havn

6. november kl. 09:27

Eini 2.000 útlendingar kunnu skjótt fáa varandi uppihaldsloyvi í Føroyum

2. november kl. 12:00