Nú skulu greiðari reglur gera, hvat tað skal kosta útlendingum at fara til lækna í Føroyum. Tað sigur Eyðdis Hartmann Niclasen, landsstýriskvinna í heilsumálum.
Jóhannis Joensen, løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin, hevur reist spurning og í tí sambandi hevur hann spurt landsstýriskvinnuna, hvussu støðan er.
Eyðdis Hartmann Niclaen sigur, at reglur eru fyri, hvørji rættindi, fólk, sum ikki búgva her í landinum, hava til viðgerð í sjúkrahúsverkinum, og har er ber til at taka eitt ávíst gjald fyri viðgerðina.
Men ongar greiðar heimildir eru fyri at krevja gjald frá útlendingum, sum fyribils eru í Føroyum og sum hava tørv á hjálp frá kommunulækna og frá læknavaktini.
Landsstýriskvinnan hevur tó ætlanir um at útvega eina heimild fyri at taka gjald fyri frá fólki, ið ikki búgva her í landinum og tí ikki hava rætt til ókeypis veitingar.
Tá ið hendan heimild fyriliggur, fer landsstýriskvinnan at biðja Heilsutrygd um - saman við Sjúkrahúsverkinum - at viðgera, hvørjar mannagongdir skulu gerast og hvussu hetta gjaldið skal krevjast inn.
Læknarnir í læknavaktini fáa tímaløn frá Heilsutrygd og tað fevnir eisini um læknahjálp til fólk, sum ikki hava rætt til ókeypis læknahjálp.
Hava útlendingar tørv á bráðneyðuga læknahjálp, uttan at gjalda fyri tað, er tað sostatt Heilsutrygd, sum ber hesa útreiðslu, tí Heilsutrygd rindar lønina hjá læknanum.