Ongi úrslit

Nú sleppa tey endiliga at seta vindmyllurnar upp á Sandi

Áki Bertholdsen
14 minuttir síðan

Nú er loksins klárt at fara undir at reisa vindmyllurnar í Klivaløkshaga á Sandi.

Tað er greitt nú Yvirfriðingarnevndin hevur staðfest avgerðina hjá Náttúrufriðingarnevndini um at loyva ætlaðu vindmylluverkinum í Klivaløkshaga á Sandi. 
Verkætlanin fevnir um sjey vindmyllur við einum samlaðum mátti upp á í mesta lagi 30 MW.

Ætlaða vindmyllulundin kann gerast eitt munandi íkast til grøna orkuskiftið í Føroyum og til at minka um nýtsluna av olju í elframleiðsluni, sigur Eyðdis Hartmann Niclasen, landsstýriskvinna í orkumálum.

– Hetta er eitt týdningarmikið stig á leiðini at gera Føroyar grønari, og eg fegnist um, at vit nú fáa framt ítøkilig úrslit innan grøna orkuskiftið, sigur hon í eini fráboðan.

Drúgv málsviðgerð
Umsóknin um vindmyllulundina varð latin friðingarmyndugleikunum 8. mars 2024. Náttúrufriðingarnevndin fyri Sandoyar sýslu gav loyvi við treytum, men ymsar treytir fylgdu við - og málið varð síðani lagt fyri Yvirfriðingarnevndina.

Í august 2025 avgjørdi Yvirfriðingarnevndin, at tørvur var á einari nærri fakligari kanning av møguligu avleiðingunum fyri fuglalívið. Kanningin varð tøk hjá nevndini 16. oktober 2026.
Sambært kanningini kann vindmyllulundin verða bygd og rikin uttan munandi ávirkan á fuglastovnarnar í økinum ella í Føroyum sum heild.

Náttúruvernd og grønt orkuskifti
Yvirfriðingarnevndin hevur sostatt staðfest loyvið við nøkrum treytum fyri at verja náttúruna.

Millum annað skal byggiarbeiðið fara fram uttan fyri bútíðina hjá fugli, atkomuvegurin skal vera stongdur fyri almennari motorferðslu í rakstrartíðini, og fyrilit skulu takast fyri náttúru og fornminnum.

Vindmyllulundin er mett at kunna framleiða umleið 150,7 GWh av grønari elorku um árið.

– Ein slík framleiðsla fer at fáa stóran týdning fyri føroysku el-framleiðsluna og fyri møguleikarnar at minka um oljunýtsluna, sigur landsstýriskvinnan.

Mest lisið hesa vikuna

Suðuroyingur við stórum sigri: Rutt Hjelm eigur ársins vínstovu í Danmark

4. november kl. 18:03

Vinabondini hildu í 36 ár: Norskar kvinnur hittust aftur við føroyskar vinkonur

5. november kl. 19:45

Nú fara Bústaðir aftur at byggja íbúðir í Havn

6. november kl. 09:27

Løgtingskvinna vil tálma kappbjóðingini tá ið bústaðir verða seldir

Í gjár kl. 09:01

Tveir ungir bilførarar mistu koyrikortið á staðnum

7. november kl. 09:17

Lívið er einfalt og ræðuligt: Krígsharrin í Kreml skuldi verið pliktlesnaður

7. november kl. 07:15