Ongi úrslit

Nú verða bólkarnir drignir

Drigið verður um undankappingin til HM í Katar 2022 klokkan 17. Fylg við her

Sigurjón Einarsson
7. desember 2020 kl. 16:54

Fylg við lutakastinum her á heimasíðuni hjá FIFA, á DR 2 ella her niðanfyri:

Til ber at fylgja við í lutakastinum, ið verður í Zúrich í dag klokkan 17. Til ber at stroyma omanfyri og á FIFA.com.

13 av teimum 55 limalondunum í UEFA kunnu vinna sær luttøku til HM-endaspælið í Katar í 2022. Men undankappingin verður eitt sindur øðrvísi, enn vit hava verið von við seinnu árini.

UEFA boðar frá, at playoff-struktururin verður broyttur eitt sindur.

Seinastu undankappingarnar hava luttakandi londini í playoff-umfarinum verið valdur út eftir úrslitunum, ið hevði við sær, at summir tveyarar ikki megnaði playoff-dystin.

Hetta verður nú broytt, so tey 55 limalondini verða lutaði í 10 bólkar til komandi undankapping. Her fara allir vinnararnir beinleiðis víðari til HM-endaspælið, meðan tey 10 liðini, sum enda nummar tvey spæla playoff-dyst um pláss í HM-endaspælinum.

Mest lisið hesa vikuna

Brúðgommurin fer úr kirkjuni og at rógva kapp

11. juli kl. 08:08

Løgreglan rak heimleys í Havn á dyr

Í gjár kl. 07:20

Syrgilig tíðindi á døgurða

17 tímar síðan

Ferðafólk nærum sogið út úr flogfarinum

10. juli kl. 15:30

Fólkavøksturin tikið dik á seg - men tað eru mest útlendingar

10. juli kl. 10:00

Óttaða ormveran er funnin í Keypmannahavn

8. juli kl. 15:30