Fyri bara einum mánaði síðani hevði Peter Tulinius Krarup bæði starv og bústað í Norðurnoregi. Nú býr hann í Havn og er farin til verka sum nýggjur stjóri í Norðurlandahúsinum.
Hósdagin 1. oktober klokkan 15–17 verður almenn og ókeypis vælkomstmóttøka fyri nýggja stjóranum í forhøllini í Norðurlandahúsinum.
Ovfarin av mentanarlívinum
Fyrstu vikurnar hava givið nýggja stjóranum eitt gott inntrykk av Føroyum.
– Eg eri tikin ótrúliga væl ímóti og eri ovfarin av, hvussu virkið mentanarlívið er her. Vakra náttúran ger sjálvandi eisini sítt, sigur hann.
Serliga hevur tað gjørt inntrykk á hann, hvussu stóran týdning Norðurlandahúsið hevur fyri nógv fólk.
– Tað hevur verið nógv ymisk tiltøk hesa fyrstu tíðina, bæði stór og smá, og sum heild nógv lív og virksemi, sigur Peter Tulinius Krarup.
Hann er eisini farin undir at læra føroyskt.
– Eg læri nýggj orð hvønn dag, men havi ásannað, at úttalan er eitt sindur meira langsiktað verk, sigur hann skemtiliga.
Bjóðar øllum inn
Til móttøkuna verður okkurt gott at eta og drekka, og eisini verða nøkur listalig innsløg.
– Kom framvið til eina hugnaliga løtu og eitt prát – uttan mun til, um vit longu hava heilsast ella hittast fyri fyrstu ferð, sigur nýggi stjórin.